Árliga tiltakið Earth Hour, eisini nevnt tími jarðarinnar, har ljós verður varpað á skilagóða elnýtslu, var leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30 – 21.30, og aftur í ár minkaði elnýtslan hesa løtuna.
Gøtuljós verða sløkt tíma jarðarinnar, og lagt verður upp til, at fólk sløkkja ljós og eltól og heldur geva náttúruni gætur. Elnýtslan minkaði í ár 2,5MW, hóast landsdystur í fótbólti hjá monnum var í sjónvarpinum samstundis.
Nógv valdu sum nevnt at sløkkja elektriska ljósið og onnur eltól hendan tíman, og fyri tey, sum valdu at njóta løtuna uttandura, bar til at síggja norðlýsið spæla sær á stjørnuklára himlinum, meðan øll gøtuljós vóru sløkt.
57 prosent grøn orka
Kalt og stilli var, so vindorkuframleiðslan var sera avmarkað, men stóð tó fyri 6,5 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan vatnorkuframleiðslan var 49 prosent, olja 43 prosent og biogass 1,5 prosent.
Sera væl eydnað Earth Hour tiltak á Havnarverkinum
Á Sev hava vit seinastu árini fylgt væl við elnýtsluni hesa løtuna, og hava eisini varpað ljós á tiltakið.
Í ár var væl meira gjørt burturúr, og skipað varð fyri Earth Hour konsert í dimmi á Havnarverkinum í Gundadali í Havn.
Lena Anderssen og Niclas Johannesen framførdu akustiskt fyri fult settari garasju á Havnarverkinum, og afturmeldingarnar hava verið sera góðar.