Fyri løtu síðani hevði EB/Streymur risa-møguleika at javna leiðsluna, sum finska MyPa hevur í UEFA-Cup uppgerðini teirra millum.
Hans Pauli Samuelsen varð feldur í brotsteiginum, men tá Ronnie Samuelsen skuldi skjóta, sendi hann bæði bólt og málverja sama veg, og so spurdist bara hornaspark burturúr.
Enn hevur føroyska liðið tó hálvan tíma eftir at javna finsku 1-0 leiðsluna.