Fýra dystir hava verið í Effodeildini í dag. Í Gundadali vann EB/Streymur uppibornan 1-0-sigur á HB við máli, sum Hans Pauli Samuelsen skeyt tíðliga í dystinum. Av tí at allir hinir dystirnir í dag endaðu við javnleiki 1-1, so fella úrslitini EB/Streymi í lut og styrkja teir um sína støðu í oddanum.
Heima í Vági var FC Suðuroy um reppið at fáa sín fyrsta sigur í Effodeildini, men Atli Gregersen vildi tað øðrvísi og javnaði til 1-1 fáar minuttir fyri leiklok. Málið hjá FC Suðuroy skeyt Palli Augustinussen eftir bara hálvum minutti. Evrard Blé hjá Víkingi misnýtti brotsspark, tá ið eitt korter var spælt. Stanislav Kuzma bjargaði skotinum úr 11 metrum.
ÍF var greidliga omaná ímóti TB heima í Fuglafirði og fingu eisini hol á tíðliga í seinna hálvleiki við máli frá Clayton Nascimento, men hóast TB var í undirtali vegna útvísing til Martin Tausen, so eydnaðist tað teimum at javna til 1-1 við máli frá Igor Grkajac.
Ndende sá leingi út til at skulla gerast sigursharri fyri B68 ímóti B36 á Toftum, men Lukasz Cieslewicz javnaði til 1-1 fyri B36 fáar minuttir fyri leiklok og tryggjaði meistarunum eina stigið.
FC Suðuroy - Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Palli Augustinussen
1-1: Atli Gregersen
HB - EB/Streymur 0-1 (0-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen
ÍF - TB 1-1 (0-0)
1-0: Clayton Nascimento
1-1: Igor Grkajac
Útv.: Martin Tausen, TB
B68 - B36 1-1 (1-0)
1-0: Ndende
1-1: Lukasz Cieslewicz
Støðan í Effodeildini (11 umfør)
1. EB/Streymur, 24 stig
2. Víkingur, 21 stig
3. ÍF, 18 stig
4. HB, 18 stig
5. KÍ, 18 stig
6. B36, 15 stig
7. TB, 13 stig
8. B68, 11 stig
9. NSÍ, 10 stig
10. FC Suðuroy, 3 stig
Komandi umfar (mikukvøldið)
B36 - HB
TB - FC Suðuroy
KÍ - B68
EB/Streymur - ÍF
Víkingur - NSÍ