EB/Streymur er aftur oddalið

B36 vann seg upp á fyrsta pláss í Formuladeildini í gjár, men har vórðu teir ikki verandi leingi. EB/Streymur skuldi vinna á KÍ í dag, so vóru teir aftur oddalið, og EB/Streymur fór úr Klaksvík við øllum stigunum.

 

KÍ var fult av sjálvsáliti undan dystinum í dag, eftir at teir mikukvøldið vunnu steypadystin í Gøtu 4-1 eftir longda leiktíð. At stóri og sterki Kaj Ennigarð restaði í verjuni bar tó eitt sindur av ótryggleika við sær.

Fyrsta málið kom longu í triðja minutti. Eftir langa frísparkssending longdi Egil á Bø til Sorin Anghel, sum trygt setti bóltin í netið til 1-0. Góðan hálvan tíma seinni var tað Símun Eliasen, ið syrgdi fyri tryggari EB/Streyma hálvleiksleiðslu, tá ið hann skoraði til 2-0.

 

Tað sá leingi út til, at 2. hálvleikur skuldi verða málleysur. Men hetta varð tó ikki veruleiki, tí í yvirtíðini minkaði Paul Clapson um munin fyri KÍ. Hetta bar spenning við sær í nakrar minuttir, men tættari kom heimaliðið tó ikki.

 

Samanumtikið ein uppiborin sigur til EB/Streym, sum við 15 stigum er oddalið. KÍ hevur framvegis 7 stig og er harvið nærri botninum, enn klaksvíkingar eru toppinum.

 

KÍ?EB/Streymur 1-2

0-1: Sorin Anghel

0-2: Símun Eliasen

1-2: Paul Clapson