EB/Streymur hevur í nøkur ár havt avtalu við Sportmaster, haðani teir hava fingið spælidraktir, venjingarbúnar, bóltar, gaggur og onnur ting, sum hoyra heima á einum fótbóltsvølli.
Nú er hendan avtala so eisini skrivlig, og komandi fimm árini fer EB/Streymur at spæla í Nike búnum.
Blá/svarti búnin, sum EB/Streymur leikti í í fjør, var rættiliga myrkur at síggja til, men soleiðis fara búnarnir ikki at síggja út komandi kappingarár. Tann myrka bláa rípan í búnanum verður skift út við eina ljósari bláa farvu, og sum skilst, so fer komandi búnin hjá EB/Streymi at vera líka sum búnin hjá italska oddaliðnum, Inter Milan.