EB/Streymur boðar frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Mikkjal Samuelsen Hellisá. 20 ára gamli verjuspælarin hevur gjørt sáttmála fyri 2023.
- Í Mikkjali hava vit ein sera evnaríkan verjuspælara, sum vit síggja stórt potentiali í. Hann spældi sín fyrsta dyst í betrideildini sum 16 ára gamal. Higartil er tað blivið til 66 dystir fyri Betrideildar liðið hjá okkum. Í 2019 varð Mikkjal kosin ársins stjørnuskot í felagnum. Vit gleðast um, at Mikkjal hevur valt at halda fram og gleða okkum til komandi ár, skrivar EB/Streymur.
Sundalagsmenn endaðu á fimta plássi í Betri deildini í ár.