Tað var øgiligur dramatikkur, tá ið útsettu dystirnir í bestu fótbóltsdeildini vóru seinnapartin.
Í Sørvági endaði tað 3-3. Harvið hevur EB/Streymur bjargað sær rættin at halda fram í bestu deildini.
-Hetta var ein øgiligur lætti. Í løtum spæla vit væl og vísa framúr stríðsvilja. Tað hevur gingið syndarliga illa í seinnu hálvu, og nú eru vit óvuliga lættir og fegnir um, at vit ikki flyta niður, sigur EB/Streyma liðformaðurin Andras Olsen.
AB tapti 4-2 á heimavølli ímóti Skála. Tað ber við sær, at AB er tvey stig aftanfyri 07 Vestur undan síðsta umfarinum, sum verður leygardagin. Tá skal AB spæla í Hólmanum á Eiði, og tá skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti Suðringum.
Á Argjum skoraði Søren B. Nielsen øll fýra málini fyri Skála. Stutt undan dystarenda varð Søren B. Nielsen borin av vøllinum. Tað sá út til, at hann varð skaddur í nærdysti við mótspælara.
http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1
AB - Skála 2-4 (1-2)
0-1: Søren B. Nielsen 2.
1-1: Tóki á Lofti 37.
1-2: Søren B. Nielsen 42.
2-2: Tóki á Lofti 48.
2-3: Søren B. Nielsen 69.
2-4: Søren B. Nielsen 74.
Dómari: Lars Múller
AB: Heðin Stenberg - Jákup Pauli Breckmann, Sørin N. Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg - Bárður Olsen, Bjarni Skála (Jógvan Johannesson, 78.) - Bjarki Nielsen (Filip í Liða, 73.), Jobin Drangastein (Bartal Petersen, 85.), Hans Annfinn Guðjónsson - Tóki á Lofti
Gult kort: Jákup Pauli Breckmann, Árni G. Olsen
Venjari: Sorin Anghel
Skála: Karstin Hansen - Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Teitur R. Joensen, Leivur Zachariassen - Ólavur Mikkelsen (Haraldur R. Højgaard, 78.), Pætur Dam Jacobsen - Jannik M. Olsen (Andreas Egeberg Jacobsen, 64.), Edvin Jacobsen (Jákup Johansen, 74.), Niels Pauli Danielsen - Søren B. Nielsen
Gult kort: eingin
Venjari: Eyðun Klakstein
07 Vestur - EB/Streymur 3-3 (1-2)
1-0: Sonny Jakobsen 5.
1-1: Arnbjørn Hansen 17.
1-2: Pætur J. Petersen 23.
2-2: Charles Machell 54.
2-3: Jens Michael Jensen 68.
3-3: Sonny Jakobsen br 90.
Dómari: Alex Troleis
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson - Ásbjørn Heðinsson (Kyrylo Silich, 84.), Dann Fróðason, Martin Tausen, Jákup S. Olsen - Charles Machell (Teitur Olsen, 73.), Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye, Janus Svabo Samuelsen (Sølvi Egilsson, 73.) - Ken Fagerberg, Sonny Jakobsen
Gult kort: Sonny Jakobsen, Martin Tausen, Sølvi Egilsson
Venjari: Sigtór A. Petersen
EB/Streymur: Rói Zachariasen - Petur Zachariasen, Oddur Á. Højgaard, Andras Olsen, Ragnar B. Danielsen - Marni Djurhuus, Gestur Bogason Dam - Pætur J. Petersen, Tóki H. Johannesen, Hans Pauli Samuelsen (Jónstein Magnussen, 92.) - Arnbjørn Hansen (Jens Michael Jensen, 64.)
Gult kort: Ragnar B. Danielsen, Rói Zachariasen, Andras Olsen
Reytt kort: Ragnar B. Danielsen 84. (tvey gul)
Venjari: Heðin Askham
HB | 26 | 23 | 1 | 2 | 56 | 17 | 70 |
NSÍ | 26 | 16 | 4 | 6 | 61 | 23 | 52 |
KÍ | 26 | 16 | 3 | 7 | 47 | 23 | 51 |
B36 | 26 | 15 | 5 | 6 | 53 | 32 | 50 |
Víkingur | 26 | 11 | 6 | 9 | 38 | 35 | 39 |
Skála | 26 | 8 | 5 | 13 | 30 | 37 | 29 |
Suðringar | 26 | 7 | 4 | 15 | 26 | 42 | 25 |
EB/Streymur | 26 | 4 | 9 | 13 | 30 | 51 | 21 |
07 Vestur | 26 | 5 | 2 | 19 | 30 | 70 | 17 |
AB | 26 | 4 | 3 | 19 | 14 | 55 | 15 |
27. umfar
Leygardagin 27. oktober
EB/Streymur - 07 Vestur
NSÍ - KÍ
Skála - B36
HB - Víkingur
Suðringar - 07 Vestur
---
LIÐUGT
3-3
90) 3-3
Fimm minuttir lagdir aftrat. Tað eru ellivu í 07 Vestur ímóti tíggju í EB/Streymi.
89) 3-3
3-3: Sonny Jakobsen br
Nú er aftur javnt á Dungasandi. Ndende var í góðari støðu, men hann sendi bóltin omanfyri málið. Í støðuni bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið, sum Sonny Jakobsen trygt setti í málið.
85) 2-3
REYTT KORT: Ragnar B. Danielsen hjá EB/Streymi sær gula kortið fyri aðru ferð og verður vístur av vølli.
83) 2-3
Tað letur til, at EB/Streymur er við at bjarga sær plássið í bestu deildini. 07 Vestur roynir at spenna álopsbogan, men tað er vandamiklari, tá ið gestirnir eru í álopi.
68) 2-3
2-3: Jens Michael Jensen
Við rimmar skoti er tað innskifti Jens Michael Jensen, sum smekkar bóltin í heimamálið.
EB/Streymur hevur síðstu løtuna verið omaná.
66) 2-2
Nú var um reppið, at EB/Streymur legði seg framum. Pætur J. Petersen prikaði bóltin framvið 07 Vestur málverjanum, men bólturin brast í stólpan og so út til málspark.
64) 2-2
EB/Streymur skiftir út: Jens Michael Jensen avloysir Arnbjørn Hansen.
54) 2-2
2-2: Charles Machell
Eftir horna og aftur og fram er tað Charles Machell, sum hælar bóltin í málið.
50) 1-2
07 Vestur er í góðari støðu, men tað eydnast ikki at fáa rættiligt skot á, tá ið Sonny Jakobsen roynir seg.
HÁLVLEIKUR
1-2
45) 1-2
Ein minuttir lagdur aftrat fyrra hálvleiki.
31) 1-2
Framvegis er EB/Streymur á odda, og tað gongur javnt fyri seg á vøllinum á Dungasandi.
23) 1-2
1-2: Pætur J. Petersen
Eftir fínt uppspæl er tað Pætur J. Petersen, sum úr 20 metrum smekkar til, og bólturin strýkur í málið. Eitt fínt mál, sum ber við sær, at nú er tað EB/Streymur, sum er á odda.
19) 1-1
1-1: Arnbjørn Hansen
Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram er tað gamli málrevurin Arnbjørn Hansen, sum við høvdinum setir bóltin í 07 Vestur málið og javnar til 1-1.
5) 1-0
1-0: Sonny Jakobsen 5.
07 Vestur - EB/Streymur kl. 16.30
Dómari: Alex Troleis
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson - Ásbjørn Heðinsson, Dann Fróðason, Martin Tausen, Jákup S. Olsen - Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye, Charles William Hew Machell - Ken Fagerberg, Sonny Jakobsen
EB/Streymur: Rói Zachariasen - Petur Zachariasen, Oddur Á. Højgaard, Andras Olsen, Ragnar Danielsen - Marni Djurhuus, Gestur Bogason Dam - Tóki H. Johannesen, Hans Pauli Samuelsen, Pætur J. Petersen - Arnbjørn Hansen
---
LIÐUGT
2-4
90) 2-4
Fimm minuttir lagdir aftrat. Tað eru ellivu í AB ímóti tíggju hjá Skála, sum hevði skift allar tríggjar út, áðrenn Søren B. Nielsen varð borin skaddur av vøllinum.
86) 2-4
Søren B. Nielsen hjá Skála verður borin av vøllinum. Hann er skaddur í beininum, sum nú verður viðgjørt.
73) 2-4
2-4: Søren B. Nielsen
Skála vinnur bóltin á miðvøllinum, tað verður spælt fram til Søren B. Nielsen, sum temur framúr væl og rennur frá verjuni, og so setur hann bóltin í málið. Hetta var fjórða málið hjá honum ídag.
70) 2-3
2-3: Søren B. Nielsen
Eftir innlegg úr vinstru frá Niels Paula Danielsen er tað Søren B. Nielsen, sum við nærra stólpa stútgar bóltin í málið og harvið hevur hann skorað hattrikk ídag.
55) 2-2
Eftir at 07 Vestur hevur javnað til 2-2 í Sørvági, er tað neyðugt hjá AB at leggja seg framum, um tað skal eydnast at sleppa av aftasta plássi.
AB hevur ongantíð fyrr í ár skorað fleiri enn tvey mál.
48) 2-2
2-2: Tóki á Lofti
Eftir innlegg úr vinstru temur Tóki á Lofti bóltin og stýrir hann í málið - 2-2 á Argjum.
46) 1-2
Ongar skiftingar. Allir teir somu eru á vøllinum nú, sum vóru tað frá dystarbyrjan.
HÁLVLEIKUR
1-2
45) 1-2
42) 1-2
1-2: Søren B. Nielsen
Skála vinnur bóltin av AB miðvøllinum, og Søren B. Nielsen er púra kaldur, tá ið hann úr vinstru í brotsteiginum leggur bóltin í handara síðunetið.
36) 1-1
1-1: Tóki á Lofti
Eftir horna og út frá aftur er tað Bárður Olsen, sum leggur innfyri, og tað er Tóki á Lofti, sum setir bóltin í málið, so støðan á Argjum nú er 1-1.
32) 0-1
Í løtuni tykist tað sum um, at tað eru gestirnir, sum eru eitt vet omaná.
Nú var Edvin Jakobsen, sum er framrættaður sentralur miðvallari, í góðari støðu, tá ið hann royndi seg við skoti, men Heðin Stenberg í AB málinum bjargaði lættliga.
25) 0-1
Tað gongur javnt á, og AB hevur spælt seg til onkran góðan málmøguleika, uttan at tað er eydnast at fáa bóltin framvið U-21 landsliðsmálverjanum Karstin Hansen í Skála málinum.
12) 0-1
Skála hevur verið sera ágangandi og í støðu at økja um leiðsluna, men síðstu løtuna hevur AB svarað aftur. Nú bjargaði Karstin Hansen í Skála málinum, tá ið Jobin Drangastein royndi seg í góðari støðu.
2) 0-1
0-1: Søren B. Nielsen 2.
Risa mistak í AB verjuni ber við sær, at Søren B. Nielsen er púra blankur fyri opna málinum, tá ið hann setir bóltin í málið.
AB - Skála kl. 16.30
Dómari: Lars Múller
AB: Heðin Stenberg - Jákup Pauli Breckmann, Sørin N. Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg - Bárður Olsen, Jobin Drangastein, Bjarni Skála - Bjarki Nielsen, Hans Annfinn Guðjónsson, Tóki á Lofti
Skála: Karstin Hansen - Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Teitur R. Joensen, Leivur Zachariassen - Ólavur Mikkelsen, Pætur Dam Jacobsen - Jannik M. Olsen, Edvin Jacobsen, Niels Pauli Danielsen - Søren B. Nielsen
---
90) 1-0
LIÐUGT
73) 1-0
Eftir besta álopið í dystinum og innlegg úr vinstru er innskifta Hervør Olsen í góðari støðu við handara stólpa, men bólturin fer dygst við síðuna av stólpanum aftanfyri EBS/Skála málverjan.
64) 1-0
1-0: Margunn Lindholm
Margunn Lindholm hevur fyri løtu síðani havt góða roynd úr 40 metrum. Tá bjargaði KÍ málverjin. Nú royndi Margunn Lindholm úr 25 metrum, og bólturin fór dygst undir samankomingini og í málið. EBS/Skála er á meistarakós.
56) 0-0
Nú var tætt við, at heimaliðið legði seg framum. Eftir langa framlegging úr vinstru er tað heilt vandamikið, men Óluva Joensen í KÍ málinum bjargar akkurát til horna, sum einki spyrst burturúr.
55) 0-0
Tað er vandamiklast, tá ið KÍ spælir fram til Rannvá B. Andreasen, sum fleiri ferðir roynir at draga inn úr høgru og smekkar til við vinstra beini. Men Anna Súnadóttir Hansen í heimamálinum hevur higartil verið tryggur málverji.
Í góðveðrinum á Skála eru tær farnar at hvíla seg. Støðan er framvegis málleysur javnleikur, sum ber við sær, at tað framvegis er EBS/Skála, sum er best fyri í FM kappingini.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
42) 0-0
Ansy Sevdal Jacobsen smekkar til av brotsteigarmarkinum, og Óluva Joensen í KÍ málinum bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.
35) 0-0
Rannvá B. Andreasen roynir seg við rimmar skoti úr høgru, og Anna Sunadóttir Hansen í EBS/Skála málinum bjargar til horna.
25) 0-0
Onkrar spentar støður hava verið í sambandi við hornaspørk, men tað er framvegis málleyst undir Mýruhjalla á Skála.
15) 0-0
Fyrstu løtuna hava gestirnir verið meiri ágangandi, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
Kvinnur
EBS/Skála - KÍ kl. 16.30
EBS/Skála: Anna Sunadóttir Hansen - Randi Fagradal, Rakul Vesturdal Magnussen, Kára Djurhuus, Birna Tummasardóttir Johannesen, Ansy Sevdal Jacobsen, Margunn Lindholm, Durita Hummeland, Marita Jarnskor, Lea Lisberg, Silja Johannesen
KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen - Tórunn Højgaard Joensen, Birita Ryan, Ragna Patawary, Katrina Mørkøre, Ása Klakkstein Thomsen, Eyðvør Klakstein, Evy á Lakjuni, Maria Klakstein Thomsen, Sann Svarvadal, Rannvá B. Andreasen
Dómari: Heini Ziskason Viðoy