EB/Streymur møguliga uttan Arnbjørn í steypafinaluni

Arnbjørn Hansen fekk ein skaða í baklærið í landsdystinum móti Íslandi. Um vikuskiftið verður staðfest hvussu álvarsligur skaðin er. Í ringasta føri verður hann ikki tøkur til steypafinaluna 24. august.

 

-       Eg merki tað og havi eitt sindur ilt, men eg havi ikki gjørt nakað síðani landsdystin, so eg veit ikki hvussu álvarsligt tað er, sigur Arnbjørn Hansen vónbrotin á málinum.

 

Væntandi fær hann nærri boð í kvøld, tá EB/Streymur skal venja. Tað er sannlíkt, at hann ikki spælir við sunnudagin móti NSÍ.

 

-       Sum tað sær út nú, so spæli eg ikki sunnudagin, sigur Arnbjørn víðari.

 

Arnbjørn Hansen hevði ein drúgvan skaða í knænum fyrr í ár. Hann er komin fyri seg eftir tann skaðan og byrjaði inni í dystinum Íslandi. Tað var stutt undan einsamalla málinum hjá íslendingum, at hann Arnbjørn bleiv.

 

-       Tað var tá eg misti bóltin, sum teir so skora uppá. Eg fór í eina takling og merkti so okkurt í baklærinum, sigur Arnbjørn Hansen.

 

Eftir ein drúgvan skaða í summar, so er Arnbjørn av álvara komin fyri seg.  Tí kemur tað illa við, at blíva skaddur aftur.

 

-       Eg eri akkurát komin fyri meg, so tað var einki serligt at blíva skaddur aftur, sigur landsliðsframherjin at enda.

 

EB/Streymur skal sunnudagin spæla móti NSÍ í landskappingini. 24. august skal EB/Streymur spæla móti Víkingi í steypafinaluni. Arnbjørn og EB/Streymur kapprenna sostatt fyri at framherjin skal verða klárur til finaluna.