EB/Streymur og ÍF eru framvegis í tvíkapping um FM heitið, eftir at úrslitið í toppdystinum í Fuglafirði í kvøld var 1-1.
Miðverjin og liðformaðurin Marni Djurhuus legði EB/Streym á odda stutt undan steðginum eftir innlegg, og´Dánjal á Lakjuni javnaði fyri ÍF, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin. Tað var eftir hornaspark og útfrá.
Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, seg vera nøgdan við avrikið hjá sínum monnum, og hann iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku, tí ÍF í 2. hálvleiki var leikliga greitt omaná og hevði fleiri risa møguleikar at økja um leiðsluna.
Steypavinnararnir í Víkingi mistu í FM kappingini, tí NSÍ vann heimadystin ímóti Víkingi 1-0. Andrias á Líknagøtu skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Sigurin ber við sær, at NSÍ má roknast at vera sloppið undan hóttanini at flyta niður.
KÍ vann 3-1 á Svangaskarði. Sigurin ber við sær, at KÍ hevur sama stigatal sum Víkingur og er farið framvið Víkingi, og at klaksvíkingar nú eru á bronsuplássinum. Teir hava betri málmun enn Víkingur.
HB tók seg nærri toppinum við 2-0 sigri á grannunum í B36. Sigurin ber við sær, at HB á fimta plássi er tvey stig aftanfyri KÍ og Víking. Sunnudagin hittast EB/Streymur og HB við Margáir.
Tað eru fimm stig frá KÍ og Víkngi og fram til EB/Streym og trý stig fram til ÍF. Hjá HB eru tað sjey stig fram til toppliðið og fimm stig fram til silvurplássið.
Grannauppgerðin í Gundadali var liðug 20 minuttir seinni enn hinir dystirnir, sum byrjaðu klokkan 18.00. Tað komst av, at Vagnur Mohr Mortensen hjá HB stutt undan steðginum í knappliga 20 minuttir lá skaddur á vøllinum, áðrenn hann í sjúkrabili varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Oyggjauppgerðin á Vágseiði endaði 1-0 til heimaliðið. Eitt korter undan leikloki skoraði John Tordar Poulsen sigursmálið eftir at afturlegging hjá TB var kiksað. Hetta var fyrsti sigurin hjá FC Suðuroyu í ár- Úrslitið ber við sær, at TB framvegis er undir strikuni,
21. umfar
ÍF-EB/Streymur 1-1 (0-1)
0-1: Marni Djurhuus
1-1: Dánjal á Lakjuni
NSÍ-Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Andrias á Líknagøtu
B68-KÍ 1-3 (1-2)
1-0: André Olsen
1-1: Páll A. Klettskarð
1-2: Kristolffur Jakobsen
1-3: Ivan Joensen
HB-B36 2-0 (1-0)
1-0: Christian R. Mouritsen
2-0: sjálvmál
FC Suðuroy-TB 1-0 (0-0)
1-0; John Tordar Poulsen
EB/Streymur 42
ÍF 40
KÍ 37
Víkingur 37
HB 35
B36 27
NSÍ 27
B68 20
TB 19
FC Suðuroy 6
22. umfar
Sunnudagin 2. september
KÍ-NSÍ
EB/Streymur-HB
Víkingur-FC Suðuroy
B36-B68
TB-ÍF
---
LIÐUGT
1-1
90 min.
1-1: Dánjal á Lakjuni 90.
ÍF hevur javnað. Eftir hornaspark og út frá var Dánjal á Lakjuni leysur í 20 metra fjarstøðu, og hann smekkaði flatt bóltin í málið.
85 min.
0-1
Bartal Eliasen er fluttur fram í álopið hjá ÍF, og Ari Ó. Ellingsgaard er komin inn í ÍF álopið í staðin fyri vongverjan í høgru Una R. Petersen.
Nú er tað eitt lot í Fuglafirði.
80 min.
0-1
Tað er Jákup Mikkelsen í ÍF málinum, sum er høvuðsorsøkin til, at støðan framvegis er 1-0 til EB/Streym. Jákup hevur stórbjargað fleiri ferðir. ÍF er ikki sannførandi - hvørki í álopi ella í verju.
75 min.
0-1
Jan Ó. Ellingsgaard er farin av vøllinum, tí hann var skaddur. Heri Nesá er komin í ÍF verjuna. Hann er farin í miðverjuna, og Høgni Zachariassen er farin á vinstra vongverja.
EB/Streymur er leikliga omaná.
70 min.
0-1
ÍF hevur spent álopsbogan, men tað kennist ikki serliga sannførandi. Bogi Løkin hevur roynt úr góðari støðu, men einki spurdist burturúr.
Thomas Asmussen hevur avloyst Nenad Saric á ytsta miðvallarplássinum í vinstru.
65 min.
0-1
EB/Streymur er leikliga greitt omaná, og gestirnir hava havt tveir stórar málmøguleikar, uttan at tað hevur eydnast at vinna úrtøku. Leif Niclassen og Hans Pauli Samuelsen hava misnýtt.
60 min.
0-1
Tað er EB/Streymur, sum hevur tak á spælinum, og tað gongur nógv fyri seg í og uttanfyri brotsteigin hjá ÍF.
55 min.
0-1
EB/Streyma spælararnir eru sera væl upplagdir, og teir tykjast á ongan hátt darvaðir av longu steypafinaluni leygarkvøldið - ikki enn í hvussu so er!
50 min.
0-1: Marni Djurhuus 50.
EB/Streymur hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin. Toppliðið hevur havt fleiri spentar deyðbóltsstøður, og eftir frísparksinnlegg var tað miðverjin og liðformaðurin Marni Djurhuus, sum úr stuttari fjarstøðu prikaði bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
45 min.
0-0
ÍF hevur síðstu løtuna fingið betri tak á fóltbóltsspælinum, og fuglfirðingar spæla sera beinleiðis.
40 min.
0-0
Tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin. Eftir at Arnbjørn Hansen var um reppið at koma í góða støðu, so sendi Jákup Mikkelsen bóltin langt fram, og so hevði Bogi Løkin góða roynd ímóti EB/Streyma málinum.
Karl Løkin hjá ÍF hevur sæð gult.
35 min.
0-0
Tað er ikki so skipað spæl. Liðini tykjast darvað av spenninginum.
30 min.
0-0
Tað gongur framvegis javnt á, men tað tykist torført hjá liðunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
20min.
0-0
Tað er sera lívligt, og heimaliðið hevur tvær ferðir verið framvið. Í báðum førum hevur Bogi Løkin staðið faddur at møguleikunum.
10 min.
0-0
Tað sæst á øllum brøgdum, at talan er um sanna toppuppgerð. Áskoðarafjøldin er ógvuliga stór.
Gestirnir løgdu bragdliga fyri, men síðstu løtuna hevur heimaliðið svarað aftur. Eitt nú hevur Clayton Soares verið leysur í brotsteiginum, men tað eydnaðist honum ikki at royna ímóti málinum.
ÍF-EB/Streymur kl. 18.00
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Høgni Madsen, Nenad Saric - Bogi Løkin, Clayton Soares
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pauli G. Hansen, Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
---
LIÐUGT!
1-0
90 min.
1-0
85 min.
1-0: Andrias á Líknagøtu 81.
So hevur NSÍ lagt seg á odda. Málskjútti var Andrias á Líknagøtu, sum við fløtum skoti sendi bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.
70 min.
0-0
Víkingur leggur nú meiri fyri, og gestirnir hava havt vandamiklar royndir.
65 min.
0-0
NSÍ hevur bóltin meiri, og Víkingur dúvar upp á kontraálop.
60 min.
0-0
NSÍ miðverjin Helgi L. Petersen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Pál Mohr Joensen.
55min.
0-0
Málmøguleikar hava verið í báðum endum. Magnus Olsen hjá NSÍ hevði gott langskot, og hjá Víkingi var um reppið, at Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdist heilt leysur.
HÁLVLEIKUR
45 min.
0-0
Síðstu løtuna undan steðginum hevur Víkingur havt bóltin meiri og størri brodd og tyngd í álopsspælinum.
30 min.
0-0
Víkingur hevur lagt bragdliga fyri, og talan er um lívliga uppgerð. Higartil hevur hvørgum partnum at spæla seg til upplagdar møguleikar. NSÍ hevur havt bóltin meiri, og Víkingur hevur verið sera beinleiðis í mótálopunum.
20 min.
0-0
Hans Jørgen Djurhuus hevur fyri Víking sett bóltin í málið, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu.
NSÍ-Víkingur kl. 18.00
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Magnus Olsen, Andrias Frederiksberg, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Andrias á LíknargøtuGeza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Evrard Blé, Fritleif í Lambanum, Hans Jørgen Djurhuus - Hjartvard Hansen, Filip Djordjevic, Kaj Leo í Bartalsstovu
---
90 min.
2-0
B36 er undirmannað, nú tað verður farið út í yvirtíðina. Súni Olsen hevur sæð reytt, eftir at dómarin metti hann hava havt armin ov ovarlaga og rakt í andlitið á mótstøðumanni.
80 min.
2-0
Innskifti Símin Hansen hjá B36 hevur havt góða roynd, sum brast í samankomingina aftanfyri Teit Gestsson, og innsikifti Heini í Skorini hjá B36 hevur havt góðan møguleika, men tað eydnaðist ikki at skora.
70 min.
2-0
B36 hevur sett nógv fólk fram á vøllin. Dánjal Rói Olsen hevur verið rættuliga tætt við, men bólturin fór dygst framvið stólpanum.
65 min.
2-0
B36 roynir at leggja meiri fyri í álopspartinum, men higartil hevur tað ikki eydnast.
60 min.
2-0: sjálvmál
Rókur Jespersen legði innfyri úr høgru, og miðverjin Bárður Olsen var so óheppin at stúta bóltin í sítt egna mál.
Hallur Hansson hevði lítla løtu seinni risa møguleika at økja um leiðsluna, men hann setti bóltin við síðuna av málinum.
HÁLVLEIKUR
1-0
Skaðasteðgurin var knappliga 20 minuttir. Hetta komst av, at Vagnur Mohr Mortensen hjá HB lá skaddur á vøllinum. Heimildarmaður okkara í Gundadali sigur, at Vagnur eftir øllum at døma hevur brotið beinið í nærdysti við mótstøðumann. Vagnur er á veg á Landssjúkrahúsið í sjúkrabili.
Steðgurin hevur verið langur, og nú er sjúkrabilur komin í Gundadal. Vagnur Mohr Mortensen verður á børu borin av vøllinum. Hann varð skaddur, tá ið hann tveitti seg niður í eina takling.
45 min.
1-0
Vagnur Mohr Mortensen hevur langa løtu ligið á vøllinum eftir samanbrest.
B36 hevur roynt seg við fleiri innleggum, og tað hevur verið vandamikið.
30 min.
1-0
B36 hevur roynt at svara aftur, men higartil hevur ikki eydnast at skora. Uppstillingin hjá B36 er merkisverd. Bárður Olsen er miðverji, og Dánjal Rói Olsen, sum plagar at vera sera framrættaður, er í dag á høgra vongverja.
26 min.
1-0: Christian R. Mouritsen 26.
Eftir fína inn um sending frá Róki Jespersen hevur Christian R. Mouritsen við frágera góðum skoti upp um Meinhard Joensen lagt HB á odda. Annars hevur B36 verið omaná í eina fittu løtu.
5 min.
0-0
B36 legði bragdliga fyri, og fyrsta álopið endaði við hornasparki. Eftir innleggið var um reppið, at Lukasz Cieslewicz skoraði. HB svaraði aftur, og miðvallarin Hallur Hansson sendi úr stórari fjarstøðu bóltin upp um málið.
HB-B36 kl. 18.00
Dómari: Lars Múller
HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Rókur Jespersen, Andrew av Fløtum
B36: Meinhard Joensen - Dánjal Rói Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Bárður Olsen, Símun Joensen -, Róaldur Jakobsen, Súni Olsen, Atli Danielsen, Gunnar Zachariassen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
---
LIÐUGT!
1-3
90 min
1-3
60 min.
1-3: Ivan Joensen
Eftir skjótt álop í høgru og innlegg setti miðvallarin Ivan Joensen bóltin í málið.
KÍ hevur væl betri tak á samanspælinum.
55 min.
1-2
KÍ er framvegis leikliga omaná, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
Jann Ingi Petersen, sum var sentralur miðvallari hjá B68, noyddist av vøllinum í 1. hálvleiki. Í hansara stað kom superveteranurin Øssur Hansen á vøllin.
HÁLVLEIKUR
45 min.
1-2: Kristoffur Jakobsen 44.
Klaksvíkingar hava verið leikliga omaná, og stutt undan steðginum legði Kristoffur Jakobsen á odda, tá ið hann royndi seg úr stuttari fjarstøðu.
1-1: Páll A. Klettskarð 38.
Eftir framlegging gjørdist KÍ toppskjúttin leysur á rangstøðumarkinum, og tað eydnaðist honum at seta bóltin framvið Hans Jørgensen í B68 málinum.
1-0: Andre Olsen 33.
Eftir innlegg úr høgru stútaði miðvallarin André Olsen bóltin í málið.
B68-KÍ kl. 18.00
Dómari: Dragan Banjac
B68: Hans Jørgensen - Niklas Joensen, Oddur Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Remi Langgaard - Jónleif Højgaard, Jann Ingi Petersen, Ndende, André Olsen - Haraldur R. Højgaard, Christian Høgni Jacobsen
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Heðin á Lakjuni - Andy Olsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen, Johan Jacobsen - Kristoffur Jakobsen, Páll A. Klettskarð
----
45 min.
0-0
Tað er tofrørt hjá TB at bróta ígjøgnum, tí heimaliðið er sera verjukent.
10 min.
0-0
FC Suðuroy-TB kl. 19.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
21. umfar í Effodeildini er á skránni í kvøld. Fyrsta bríkslið í fýra dystum er klokkan 18, og á Vágseiði fer bólturin á rull í grannauppgerðini klokkan 19.00.
Fótbóltsveðrið er av tí fagrasta kring alt landið. Sólin skínur av heiðum himni, og nógva staðni er tað mest sum stilli.