EB/Streymur er nú sera væl fyri umstøðum. Hetta staðfestir formaðurin í EB/Streymi, Brian Hansen.
Í nøkur ár hevur EB/Streymur havt góðar umstøður við Margáir í Streymnesi, og nú hevur felagið eisini fingið framúr góðar umstøður í Hólmanum á Eiði.
Brian Hansen staðfestir, at hetta gevur EB/Streymi fleksibilitet til at leggja venjingarnar hjá teimum ymisku liðunum, tá ein hevur tveir leikvallir við góðum umstøðum.
Leygardagin klokkan 14 fer hann saman við nógvum øðrum EB/Streyms-viðhaldsfólkum at verða hjástaddur, tá nýggja ítróttar og bygdarhúsið í Hólmanum verður alment tikið í nýtslu.
Brian Hansen ætlar, at dagurin skal markerast við einum sigri á AB í Betri deildar dystinum sum byrjar klokkan 17. Men hann viðgongur, at ofta hevur EB/Streymur torført við at vinna á teimum sonevndu lægru liðunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Brian Hansen.