EB/Streymur framdi hóskvøldið eitt sannførandi avrik í Gundadali í fyrsta umfari av Europa League. Mótstøðuliðið var Gandzasar FC úr Armenia, sum í farna kappingarári endaði á einum øðrum plássi í bestu armensku deildini. Í Armenia eru bara 12 fótbóltsfeløg, og tað sigst, at talv er ein størri ítrótt enn fótbóltur har, so skuldi EB/Streymur hava ein møguleika, so var tað kanska ímóti hesum liðnum úr pinkulingafótbóltstjóðini Armenia. Liðið, sum er úr Kapan tætt við landamarkið við Iran, var samansett av leikarum úr ikki færri enn níggju londum - nevniliga Armenia, Serbia, Bosnia & Hersogovina, Russlandi, Brasilia, Georgia, Uganda, Mali og Hollandi.
EB/Streymur var ógvuliga skert til dystin. EB/Streymur var uttan teir báðar føstu miðverjarnar, Egil á Bø og Marna Djurhuus, sum eru skaddir. Sorin Anghel var ikki við vegna lestur, samstundis sum Pætur Dam Jacobsen eiheldur var tøkur. Teir, sum eftir vóru, løgdu líka í.
Tóku alt á bóli
EB/Streymur leyp alt fyri alt ein hvøkk á gestirnar við at leggja seg langt fram á vøllin, og hetta gav teimum fleiri góð álop. Serliga verjan hjá armenska liðnum sá út til at vera ófyrireikað upp á hetta, og tá ið fimm minuttir vóru farnir, var um at enda galið. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen spældi væl saman, og í einari vending var líkt til, at Hans Pauli Samuelsen varð feldur, men hóast stóra misnøgd millum leikarar og fjepparar, so var dómarafloytan kvirr.
EB/Streymur skuldi tó bara bíða tríggjar minuttir, so kom brotssparkið. Verjan hjá Gandzasar lorkaði bóltin burt, Arnbjørn Hansen fiskaði bóltin og armenski málverjin, Armen Khachatryan, feldi væl upplagda áleyparan. Brotssparkinum tók Levi Hanssen sær av, og umsetti hann tað trygt til 1-0-leiðslu.
Sundalagsmenn høvdu av álvara tikið broddin á gestunum, og tað var púra eyðsæð. Ferð eftir ferð fekk EB/Streymur nógv pláss frammi á vøllinum, og eftir 20 minuttum var Arnbjørn Hansen tætt við at økja, men málverjin bjargaði royndini hjá annars púra leysa Arnbirni.
Í 26. minutti var aftur mál til EB/Streym.Levi Hanssen varð spældur púra leysur, rak væl frameftir og legði innfyri. Arnbjørn Hansen fekk ikki skot á, men Hans Pauli Samuelsen var eisini klárur og smekkaði hann bóltin í mál til 2-0.
EB/Streymur gavst tó ikki so. Teir hildu eitt støðugt trýst og í 33. minutti hevði málverjin hjá armenum aftur felt Arnbjørn Hansen. Brotssparkið var ikki at fara skeivur av, og aftur hesaferð sendi Levi Hanssen bóltin ósvitaliga trygt í netið úr 11 metrum. 3-0 til EB/Streym.
Minuttirnar til hálvleiks tilspældi Gandzasar sín fyrsta veruliga málmøguleika, men stútarin hjá Correiaugusto dos Santos eftir eitt frálíkt innlegg endaði við síðuna av málinum
Í seinasta minuttinum í fyrra hálvleiki fekk Levi Hanssen ein gyltan møguleika at økja enn meiri, men málverjin bjargaði fríleyparanum og syrgdi fyri, at EB/Streymur slapp til hálvleiks við væl uppibornari 3-0-leiðslu.
Útgangsstøðið er í lagi
Í seinna hálvleiki tóktist tað greitt, at EB/Streymur ikki hevði í hyggju at verja um annars tryggu leiðsluna. Og tað púra beint, tí nú høvdu teir av álvara møguleikan at avgera báðar dystirnar hesa somu løtuna, tí uppspælið hjá Gandzasar riggaði næstan líka illa sum skipanin í verjuni.
EB/Streymur hevði nógv pláss, tá ið teir fóru í álop, men armenar dugdu sum seinni hálvleikur leið betur at halda upp á bóltin. Hetta troyttaði EB/Streyma-leikararnar, sum fluttu seg minni og minni og helst høvdu brúkt so at siga alla orkuna í fyrra hálvleiki.
Hóast Gandzasar ikki vóru serliga vandamiklir, so eydnaðist tað teimum góðar 20 minuttir fyri leilklok at minka til 1-3. Tað var eftir eitt hornasparksinnlegg frá Dhiego Lomba Farias, at Correiagustavo dos Santos stútaði bóltin í málið.
Seinastu 10 minuttirnar av dystinum hendi nógv. Gandzasar hevði bóltin nógv og royndi at fáa eitt sera týdningarmikið mál, meðan EB/Streymur lúrdi í mótálopunum. Gert Hansen havt ein risa møguleika, men stútarin úr stuttari fjarstøðu fór omanfyri málið.
Seinastu løtuna ráddi tað um EB/Streymi at standa ímóti trýstinum hjá Gandzasar, sum loksins hevði funnið útav at spæla bóltin ímillum sín. Tað eydnaðist frálíka væl hjá sundalagsmonnunum, sum toygdu hvørja lykkju í kroppinum og javnan lógu vatnrættir í luftini í bardaganum um at ikki lata fleiri enn tað eina málið inn. Tað eydnaðist. Lønin fyri stríðið var ein væl uppiborin 3-1-sigur, sum væl kundi verið størri, men nú er eitt frálíkt útgangsstøði áðrenn returdystin í Armenia næsta hósdag.
EB/Streymur hevur longu nú gjørt vart við seg í Europa League við einum megnaravriki.
albinus@sosialurin.fo
EB/Streymur - Gandzasar FC 3-1 (3-0)
1-0: Levi Hanssen, 9. (br.)
2-0: Hans Pauli Samuelsen, 26.
3-0: Levi Hanssen, 33. (br.)
3-1: Correiagustavo dos Santos, 72.
EB/Streymur: René Tórgarð - Jónhard Frederiksberg, Gert Hansen, Árni G. Olsen, Leif Niclasen - Arnar Dam (68. Brian Olsen) Pauli G. Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Levi Hanssen - Niels P. Danielsen - Arnbjørn Hansen
Gul kort: Pauli G. Hansen, Brian Olsen
Gandzasar FC: Armen Khachatryan - Goran Obradovic, George Krasovski, Armen Tatintsyan, Artyr Avagyan - Noah Kasule, Dhiego Lomba Farias - Diakaridia Doumbia (62. Andranik Sargsyan) Dejan Vukomanovic (55. Herman Regilio Seedorf) Yamadou Keita (75. Sargis Nasibyan) - Correiaugusto dos Santos
Gult kort: Armen Khachatryan
Dómari: Ignasi Villamayor Rozados (Andorra)