Higartil hevur ebola kravt næsdtan 700 mannalív í vesturafrikonsku londunum Guinea, Sierra Leone, Liberia og Nigeria. Men fólk, sum arberiða við at basa smittuni, ávara nú um, at hon eisini kann breiða seg hendanvegin og til USA.
-Hetta er tann ringasta ebola-kreppan, sum vit hava havt, og tíverri hava vit orsøk til at halda, at hon kann breiða seg. Hinvegin er ilt at siga, hvar hon rakar næstu ferð, sigur aðalskrivarin í norska hjálparfelagsskapinum Plan Norge við norska kringvarpið.
Sambært NRK stúra fleiri av hjálparfólkunum fyri, at ebola kann breiða seg til Evropa og USA.
Bretskir fjølmiðlar vita at siga frá einum manni, sum hevur verið á einum sjúkrahúsi í býnum Birmingham til kanningar, tí illgruni var um, at hann kundi vera smittaður av ebola. Maðurin var júst komin úr Nigeria umvegis París. Kanningin vísti, at maðurin er ikki smittaður, men kortini hava tíðindini um hann vakt ans í Bretlandi.
Stjórnin tekur eisini støðuna í álvara, og í dag hevur Philip Hammond, innanríkisráðharri, havt fund við eina serliga kreppunevnd hjá stjórnini um, hvussu Bretland skal fyrireika seg, um ebola kemur hagar. Tað skrivar BBC.