Eddie Jacobsen og SIC eru veruliga farnir at gera um seg, og í næstum fara teir á rundferð kring Evropa. Planet hevur spurt Eddie Jacobsen í SIC nakrar heldur øðrvísi spurningar
1. Hvussu ofta hyggur tú eftir porno?
- Seinast, eg hugdi eftir porno, var, tá eg var til eina veitslu saman við vinmonnunum. Tað er ræðuliga skeg at hyggja eftir porno ?bloopers? tað vil siga mistøk í pornofilmum, sum vanliga ikki verða víst.
2. Kennir tú teg nakrantíð einsamallan?
- Tað haldi eg, at øll gera. Seinast, eg minnist, at eg var einsamallur, var, tá eg flutti til Danmarkar. Tær fyrstu tvær vikurnar vóru ræðuligar, men so gekk tað yvir aftur
3. Hvørjum tónleikara hevur tú mest virðing fyri?
- Týr, Eivør og Teitur eru tónleikarar, ið eg haldi gera nógv um seg uttanlands, og tað er alla æru vert.
4. Hvørjum tónleikara hevur tú minst virðing fyri?
- Árna & Marner, og Dynamit. Dynamit stinkar og hevur bert haft eitt gott lag, sum hevur verið ein joke seinastu 10 árini.
5. Hvat er besta tónleika uppliving tú hevur haft?
- Tá eg var til eina konsert hjá Korn í 2003. Ein onnur góð uppliving var, tá vit spældu í Norðurlandahúsinum til AME tiltakið. Tá spældu vit alla fløguna beinleiðis. Tað var ræðuliga feitt.
6. Hevur tú nakrantíð roynt rúsevni?
- Ja, eg havi roynt hassj nakrar ferðir, men tað er ikki ofta. Annars einki annað.
7. Hevur tú nakrantíð brotið lógina?
- Eg koyrdi bil einaferð tá eg var 16 ár, har eg eisini var rúsaður. Men tað bleiv eg dømdur fyri. Annars havi eg gjørt okkurt smávegis herverk tá eg var yngri.
8. Hvat er tann mest flóvisliga upplivingin tú hevur haft í tínum tónleikalívið?
- Tá vit høvdu útgávukonsert. Eg var so fullur, at eg sløkti forsterkaran, lenaði meg ímóti honum og drakk øl. Aftaná var eg noyddur at lovað bólkinum, at eg aldrin skuldi gera tað aftur. Eg haldi eisini, at tað er at vísa ov lítið av virðing fyri bólkinum, og ikki minst fyri áhoyrarunum.
9. Hevur tú nakrantíð angra at tú valdi at verða tónleikari, og gerast ein almennur persónur?
- Nei. Einaferð gavst eg at spæla, klipti hárið og royndi at verða ein góður næmingur. Eg fekk ótrúliga góðan karakter, og sum heild gekk alt væl, men eg saknaði tónleikin, og valdi tí at satsa alt sum eg hevði uppá tað, og tað geri eg enn.
Óansæð um tað eydnast ella ikki, so kann eg undir øllum umstøðum verða errin av, at eg havi gjørt tað sum eg kann.
10. Nær skulu tit spæla aftur í Føroyum?
- Vit skulu spæla í Margarinfabrikkini 13. februar. Tað er eitt tiltak sum Margarinfabrikkin fyriskipar, og endamálið er at aktivera ungdómin. SIC er sprottin úr umhvørvinum á Margarinfabrikkini, og tí vilja vit gera alt fyri hjálpa teimum.