Tá havrannsóknarskipið Magnus Heinason kom aftur av Føroyabanka seinasta mánakvøld, høvdu teir 37 stórar toskar, umframt nakað av hýsu, upsa og høgguslokki.
Hóast hetta er lítil veiða eftir royndina á Bankanum, kemur hon væl við hjá matstovuni Barbaru í Gongini í Havn, har borðreitt verður seinni í heyst við saltaðum føroyabankatoski.
Týsmorgunin varð fiskurin skipaður upp á Ísbryggjuni á Vestaru Vág í Havn og koyrdur heim í Gongina.
Tveir royndir menn, Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni í Leirvík og vinmaður hansara, Ólavur Sjúrðarberg, flakaskóru og flaktu hesar ediligu fiskar - hvør størri og vakrari enn annar.
Ingvar og Ólavur eru royndir í leikum við knívinum, og tað krevur sín mann at avhøvda og skera hesar stóru og feitu fiskar, har teir størstu viga eini 20-30 pund hvør.
Tá fiskarnir vóru skornir, vórðu teir saltaðir á traditionellan føroyskan hátt á einum av etableraðu føroysku saltfiskavirkjunum.
Køksleiðarin í Áarstovu, Jóhan Joensen, segði, at fiskurin verður ikki saltsproytaður, men saltaður og viðgjørdur, soleiðis sum gamalt hevur verið í Føroyum at gera.
Tað verður matstovan Barbara, sum er í Gongini og beint hinumegin túnið hjá Áarstovu, ið fer at borðreiða saltfiskin í heyst.
Køksleiðarin í Áarstovu veit at siga, at skipað verður fyri Bacalao-kvøldi í Barbaru fríggjakvøldið 13. november - og helst eisini leygarkvøldið 14. november í ár.