Randi Jacobsen
- Nú er so nøkulunda við at koma niður á jørðina, og nú fái eg sovið aftur.
Tað sigur Edith Lorenzen í Hvannasundi.
Einki er at siga til, at hon hevur verið forstýrað seinastu dagarnar, tí tá drigið varð í Viking Lotto seinasta mikudagin, fall ein av eykavinningunum á tølini hjá Edith.
Mikukvøldið fór hon at hyggja í TV3 eftir drignu tølunum og skrivaði tey upp. Hon kannaði ikki tølini beinanvegin, men um kvøldið, beint áðrenn hon skuldi á náttarvakt á sjúkrahúsinum, kannaði hon tøl síni og trúði ikki sínum egnu eygum, at hon hevði vunnið so stóran vinning.
- Eg fór til arbeiðis, og eg hevði tað so ringt, tí eg hevði einki prógv fyri, at eg hevði vunnið. Eg gekk bara og segði, at eg helt, eg hevði vunnið.
Edith ringdi eisini til dóttrina í Danmark og bað hana eftirkanna tølini fyri at fáa vissu fyri, at hon ikki var farin skeiv.
Edith helt tað so avgjørt ikki fyri seg sjálva, at hon hevði vunnið, og tíðindini fóru beinanvegin sum rótasúpan um alla Klaksvíkina. Tí gav onkur henni tey ráð at ringja til mannin, áðrenn hann fór at frætta sum leysatíðindi, at tey vóru blivin millionerar.
?Tað er lygn!?
Hon so gjørdi, og maðurin, sum er við grønlendskum báti í Eysturgrønlandi, bleiv heilt forfjamskaður.
- Tað er lygn, tað kann ikki passa, segði maðurin. Seinni ringdi skiparin aftur til Edith.
Áðrenn Edith visti nakað um, at hon fór at blíva millionerur, hevði hon bílagt sær ferðaseðil at fara til Danmarkar 27. í hesum at taka ímóti manninum, tá hann kemur aftur úr Grønlandi. Hann er dani, og ætlan teirra teirra hevur leingi verið, at tey skulu vera nakrar dagar inn í jólamánaðin hjá foreldrum hansara.
- Eg og maðurin tosaðu um, at eg nú kann loyva mær at taka eitt sindur meira av lummapeningini við.
Einki oyðsl
Edith hevur ongar stórar ætlanir lagt fyri, hvussu tann nógvi peningurin skal brúkast, ella um hann skal brúkast.
- Eg veit ikki, um vit kanska fara at gjalda niður nakað av skuldini í húsunum, men eg ætli okkum í hvussu er í summar eina góða feriu saman við børnunum. Tað haldi eg, vit kunnu loyva okkum, tí vit hava ongantíð áður brúkt pengar uppá at fara suðureftir ella nakrastaðni.
Edith og Peter Lorenzen eiga fýra vaksin og hálvvaksin børn.
Annars ætlar Edith sær fyrsta dagin at fara at tosa við Sparikassan um, hvussu on best ger við peningin.
Hósdagin var Edith í Keypsamtøkuni við seðlinum fyri at fáa váttan um, at seðil hennara hevði vunnið.
Øll fingu tað við
- Tey vóru ógvuliga diskret, men eg haldi, at øll fingu tað við kortini, tí eg tosaði so hart.
- Hetta var ógvuliga stuttligt, men eg má siga, at tvey tey fyrstu samdøgrini svav eg ongantíð, sigur Edith, sum nú aftur fær sovið og í gjár slapp at hvíla seg heima.
- Telefonin hevur ikki staðið still síðan, og nógv fólk hava vitjað. Øll fegnast saman við mær, tí vit eru vanlig fólk við vanligari inntøku. Onkur flenti og segði tað vera stuttligt at kenna ein millioner, sigur Edith.
Hon hevur fingið at vita, um einar tríggjar vikur kemur vinningurin.
Ber til at vinna
- Nú siga tey fyri mær, at sølan av lottoseðlunum var ótrúliga stór leygardagin í Klaksvík. Tað er ikki so løgið, tí øll hava frætt, og nú vita fólk, at tað ber til at vinna, sigur Edith.