Tá i_ vit í bla_num í gjár søgdu, at Jóannes Eidesgaard er sætti løgma_ur, sum fer at handa Løgmanssteypi_, sí_ani ta_ í 1989 var_ fari_ undir at kappast um ta_, so vór_u løgmenninir nevndir. Teir eru Jógvan Sundstein, Atli P. Dam, Marita Petersen, Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg og so Jóannes Eidesgaard.
Á internetinum høvdu vit øll seks nøvnini. Í bla_útgávuni var eitt navn dotti_ burtur ímillum. Ta_ var Edmund Joensen. Hann var løgma_ur frá 15. september 1994 og til 15. mai 1998. Hann handa_i tískil Løgmanssteypi_ í 1995, 1996 og í 1997.
Vit bi_ja lesararnar og Edmund Joensen halda okkum til gó_a. Edmund er nú løgtingsforma_ur og fer tískil at ganga fremstur í skrú_gonguni fyrrapartin í morgin úr tinghúsinum og í Havnar kirkju og ni_an aftur. Undir li_ini á honum fara at ganga løgma_ur og biskupur.