Edmund fer eftir fólkatingssessinum

Fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, stillar upp til fólkatingsvalið

Við seinasta fólkatingsval fekk sambandsmaðurin og løgtingsformaðurin Edmund Joensen heili 1000 atkvøður, men var tað ikki nóg mikið at koppa Lisbeth L. Petersen. Men nú fer royndi politikarin aftur at royna.
- Heitt hevur verið á meg av Eysturoyar Sambandsfelag at stilla upp til komandi fólkatingsval, og hesum havi eg játtað. Eg fari at royna mítt besta, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað ber, sigur ein stuttorðaður Edmund Joensen við Sosialin.