Málið liggur í løgtinginum, og nú er tað upp til løgtingsmenn sjálvar at gera av, um kanningin og niðurstøðurnar skulu viðgerast í løgtinginum.
Soleiðis sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður, nú ein kanningarstjóri hevur gjørt sínar niðurstøður í málinum um embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen landsstýrismanni, tá lán vórðu umløgd í fjarfiskiflotanum.
Kanningin hevur ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin handlaði í heimildarloysi, tá hann legði lán hjá tveimum rækjutrolarum um og broytti veðrættarstøðuna hjá landskassanum, og tí er spurningurin settur við framtíðina hjá landsstýrismanninum.
Tað var fráfarni løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, sum eftur áheitan frá landsstýrismálanevndini setti Turið Debes Hentze advokat at fara ígjøgnum málið. Tá hon gav nýggja løgtingsformanninum kanningina, handaði Edmund Joensen hana víðari til allar tingmenn, og har liggur málið nú.
Róð hevur verið framundir, at løgtingið eisini eigur at sleppa at viðgera úrskurðin hjá kanningarstjóranum, tí tað var løgtingið, sum bað um frágreiðingina. Men Edmund Joensen, løgtingsformaður ger staðiliga vart við, at hansara lutur í málinum er lokin. Fyribils.
? Løgtingið hevur biðið um kanningina, og eg havi formidlað hana til løgtingsmenn. Nú er tað upp til løgtingsmenn at gera av, um nakað víðari skal henda við málinum. Teir skulu taka støðu, og ein og hvør løgtingsmaður kann reisa eitt misálit móti landsstýrismanninum, um hann vil tað, sigur Edmund Joensen.
Uppgávan hjá tingformanninum er at umboða bæði samgonguna og andstøðuna, og tí setir hann ikki sjálvur málið á dagsskránna hjá løgtinginum.
? Tvørturímóti. Eg má vera so nevtralur og ópartískur sum yvirhøvur gjørligt, og tí mugu tingmenn sjálvir taka støðu, um eitt misálit skal setast fram, ella kanningin skal viðgerast í aðrar mátar, sigur Edmund Joensen.
Í løtuni liggur bólturin kortini hjá Anfinn Kallsberg løgmanni, sum bíðar eftir einari frágreiðing frá landsstýrismanninum sjálvum.