Edmund Joensen: Semjist við andstøðuna um fiskidagarnar

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, mælir til semju við andstøðuna um fiskidagarnar. Tað ger hann greitt í tíðindaskrivi í morgun.

Fiskidagarnir koma til triðju viðgerð í tinginum í morgin, og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur møguleikan at bjóða andstøðuni við og fáa eitt uppskot samtykt, metir Edmund Joensen.

- Tað uppskotið um fiskidagar, sum samgongan hevur samtykt og meiningin er at samtykkja endaliga týsdagin, bara fastheldur ótolandi og tapandi støðuni fyri alt samfelagið, skrivar løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.

Edmund Joensen atkvøddi fyrst fyri at fáa málið aftur í nevnd undir aðru viðgerð fríggjadagin, og síðan atkvøddi hann fyri broytingaruppskotinum hjá Tjóðveldi í Vinnunevndini, tí tað var eitt broytingaruppskot, sum ein og hvør samgonga átti at jublað fyri at fingið serverað upp í fangið, sum Edmund Joensen tekur til.

Løgtingsmaðurin skrivar, at uppskotið hjá Tjóðveldi skuldi fellast, og tað fall.

- Tað einasta, eg fekk burturúr, var, at løgmaður í Degi og Viku hálvdi eina bukkuspann niður yvir høvdið á mær fyri at spæla solospæl. Eg hevði væntað mær meira av einum løgmanni, sum situr fyri borðendan, meðan land okkara hevur eitt undirskot upp ímóti einari milliard krónur um árið. Eitt status-quo uppskot dugir ikki, sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.