Samgongan átti at skammast.
Tað er lítið virðiligt fyri okkara land, at spariknívurin verður settur á kjarnuvælferðina í samfelagnum. Pensjónistar longu verða hildnir fyri gjøldur. Nú koma so sjúklingar afturat.
Hugsa tær, um tú bæði ert pensjónistur og sjúklingur? Hví skulu veikastu bólkarnir hava slíka viðferð?
Upp aftur óvirðiligari er tað, tá ið samgongan samstundis futtar pensjónir hjá fólki av í asosialum flatskattalætta.
Sambandsflokkurin hevur eina serliga ábyrgd í hesum samanheingi.
Flokkurin hevur sosialliberalan politikk í sínum skjaldramerki men letur sum um, hetta ikki er so. Sama má sigast um ríkisfelagsskapsstevnuna. Eisini hon er meitlað inn í floksins merki. Her yppir Sambandsflokkurin eisini øksl.
Tað er óskiljandi.
Lesið greinina hjá Edmundi Joensen á síðu 10.