Í kvøld byrjar DR2 eina nýggja sjónvarpsrøð, har Edmund S. Jacobsen hevur ein heilt sentralan leiklut. Saman við fýra øðrum skal hann ummæla bøkur, men talan er avgjørt ikki um eina vanliga bókmentasending.
41 ára gamli hoyvíkingurin Edmund S. Jacobsen hevur verið heimleysur í Keypmannahavn, og hinir tríggir luttakararnir í lesibólkinum, hava antin verið ella eru heimleys. Læsegruppen Sundholm eitur sendirøðin, sum teir báðir Mads Brügger og Michael Bertelsen hava gjørt.
Røðin fevnir um átta sendingar á ein hálvan tíma hvør. Fyrsta sendingin verður víst á DR2 klokkan 22.00 í kvøld.
At talan er um eina óvanliga sending, vitnar drúgva umrøðan av sendingini í donskum miðlum um. Politiken setti eina heila síðu av til tað, meðan TV Avisen hjá DR1 gjørdi eitt innslag, har Edmund var við, umframt at útvarpsrásin P1 hevði ein heilan tíma um sendingina.
Í Føroyum hevur Sosialurin, sum kom á gøturnar í dag, prátað við Edmund S. Jacobsen um nýggja leiklutin sum ummælari.