Edvard Joensen nýggjur kunningarleiðari í Vágum

Mikudagin 1. juni 2005 tekur Edvard Joensen í Sandavági við sum kunningarleiðari í Vágum.

Edvard er eiðismaður og útbúgvin skrivstovumaður og journalistur. Síðan 2000 hevur hann arbeitt sum blaðmaður á Sosialinum.

Starvið sum kunningarleiðari er fyribils sett í eitt ár, og hevur Edvard farloyvi frá Sosialinum. Fyrtsu tíðina kemur hann at arbeiða á Kunningardiskinum á Flogvøllinum.

Kunningarleiðarin er settur av felagnum Vágar, ið er ein samanrenning av Vága Vinnufelag og Ferðavinnuni í Vágum. Leiðarin hevur dagligu leiðsluna av felagnum.

Verandi Kunningardiskurin á Flogvøllinum heldur fram sum higartil við somu starvsfólkum.