Edvard T. Jónsson 60 ár

Edvard er føddur og uppvaksin í Keflavík. Sum ungur kom hann at kenna nógvar føroyingar, sum róðu út í Íslandi í 50 og 60-unum.

Fyrstu ferð hann var í Føroyum var í 1963 á uttanlandaferð saman við øðrum studentum. Á veg heim aftur úr Danmark legði ferðamannaskipið hjá DFDS, Dronning Alexandrine, at í Havnini og í Klaksvík á veg til Íslands.

Edvard minnist at tey t.d. vóru til enskan dans í Sjónleikarahúsinum í Havn. Hann gloymdi ongantíð tað gestablídni, sum teimum varð víst í Føroyum.

Á sumri í 1973 kom hann aftur til Føroya. Hann varð blivin Bahai og kom her at vitja Bahai vinir í Føroyum, og hann helt ein fyrilestur um Bahai-trúnna í Sjónleikarahúsinum í Havn.

Edvardi dámdi so sera væl í Føroyum, og um heystið 1975 kom hann aftur í Bahai-ørindum, hann var tá mest í Havn og í Fuglafirði. Hendan túrin avgjørdi hann at flyta til Føroyar, og kom hann aftur í 1976 og fekk arbeiði hjá einum føroyskum byggifelag, sum var við til at byggja Eysturskúlan í Havn. Í Havnini hitti hann eina íslendska gentu, sum búði her, og tað rann saman teirra millum. Men hesa tíðina var tað sera ringt at fáa eina íbúð í Havn, so í desember 1976 fóru tey aftur til Íslands.

Í Íslandi arbeiddi Edvard sum lærari. Hann gjørdi eisini ymiskt annað, hann skrivaði fyri íslendskar fjølmiðlar og arbeiddi fyri íslendska ríkisútvarpið. Men hann droymdi alla tíðina um at koma aftur til Føroyar.

Í 1982 kom hann so aftur til Føroyar, tá var hann giftur og átti tvey børn. Familjan búsettist í Havn og Edvard fekk arbeiði hjá byggifelagnum Guttesen & Staksberg, sum tá bygdi raðhús undir Fjalli í Havn. Hann arbeiddi eisini sum korrespondentur fyri íslendska avísina Dagblaðið og sendi føroysk tíðindi til íslendska ríkisútvarpið. Edvard minnist, at tey fyrstu tíðindini hann sendi vóru um skipini hjá føroyska felagnum Global Chemical Tankers. Hesar sendingar vóru væl umtóktar í Íslandi og settu veruliga Føroyar á íslendska landkortið.

Frá 1984-87 gekk Edvard á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og lærdi seg føroyskt. Samstundis arbeiddi hann á Bacalao sum náttarvakt.


Í 1986 fekk Edvard arbeið á Frímerkjadeildini hjá Postverki Føroya. Samstundis gjørdi hann sendingar til íslendska ríkisútvarpið og sjónvarpið. Hann undirvísti eisini í íslendskum á Kvøld- og Ungdómsskúlanum í Havn og á Studentaskúlanum í Hoydølum.

Í 1988 flutti familjan til Vestamanna at búgva, har tey keyptu sær hús. Edvard og konan fingu trý børn afturat, meðan tey búðu í Føroyum og eiga tilsamans fimm børn.

Edvard royndi seg eisini sum blaðmaður á Sosialinum.

Tey trivust sera væl í Føroyum, men tíðirnar versnaðu nógv, og búskaparkreppan fyrst í 90-unum hevði við sær at Edvard gavst á Frímerkjadeildini 1993, og tey fluttu aftur til Íslands at búgva.

Tá fór hann at gera útvarpssendingar í Íslandi um føroysku búskaparkreppuna. Eisini skrivaði hann eina bók um kreppuna í Føroyum og um orsøkirnar til hesa kreppu. Bókin fekk sera góð ummælir í Íslandi og seldi væl. Hann gjørdi eisini eitt yrkingarsavn meðan hann var í Føroyum og tað bleiv útgivið í 1997. Nøkur tónaskald og sangarar hava gjørt tónleik til hesar yrkingar, og ein fløga við hesum tónleiki varð útgivin fyri tveimum árum síðani.

Í fleiri ár hevði Edvard hvørja viku innsløg í sendingini "Í Grannalagnum" hjá Útvarpi Føroya, við tíðindum úr Íslandi. Men tá starvið á frímerkjadeildini hjá íslendska postverkinum vant upp á seg, kundi hann ikki meira taka sær av hesum sendingum.

Edvard hevur fleiri ferðir vitjað aftur í Føroyum í ymiskum ørindum, t.d. var hann við sum journalistur fyri íslendska útvarpið og sjónvarpið, tá íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grimsson, vitjaði í Føroyum í 2001.

Hóast Edvard hevur havt nógv ymisk arbeiðir og nógvar ymiskar uppgávur, hevur hann tó ongantíð beinleiðis brúkt sína útbúgving uttan sum fólka- og studentaskúlalærari í Íslandi í 70-árunum . Hann bleiv útbúgvin bókmentafrøðingur frá universitetinum í Lund í Svøríki í 1971.