Edvin Danielsen 80 ár

Fríggjadagin 2. desember verður Edvin Danielsen í Klaksvík 80 ár. Føðingardagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansheimi leygardagin 3. desember, frá klokkan í. 16.00 - 19.00.

Edvin er ættaður úr Kollafirði, sonur Lisu Joensen og Sámal Jóhannes Danielsen, vanliga róptur Sammajóannes.
Í 1951 giftist hann við Lenu Danielsen úr Fuglafirði. Tey búsettu seg á Selheyggi í Klaksvík, har Edvin, saman við Essa Johannesen, læt byggja eini tvíhús.
Lena og Edvin fingu børnini, Lis, Elsebeth og Ejler.
Lis er gift Birgiri Poulsen, og eiga tey børnini, Elsebeth, Ednu og Virgar.
Ejler giftist Eyðbritt Hansen. Tey fingu døturnar Karolinu og Lenu.
Edvin eigur eina langabbadóttir; hon eitur Birna.
Fyri nøkrum árum síðani fór Lena heim til Harran, og Edvin býr nú í Sambýlinum í Bøgøtu í Klaksvík.
Tað, sum eyðkennir Edvin, er hansara blídliga og milda lyndi. Hann er eitt friðarfólk, ið ongantíð hevur rópt upp um nakað, men sum stillisliga hevur passað seg og sítt.
Edvin er altíð við tí góða orðinum, og tú hoyrir hann ongantíð tosa ilt um nakran.
Heimið hjá teimum á Selheyggi var eitt fyrimyndarligt heim, har kærleiki, nøgdsemi og gudsótti vóru sjónlig.
Tað fyrsta, tú legði merki til, tá tú komst á gátt, var tann vælsignaði friður, sum valdaði í teirra heimi.
Serstakliga gestablíð vóru tey bæði eisini, og tú kendi veruliga, hvussu glað tey vóru, tá fólk stukku inn á gólvið.
Sum ungur kom Edvin til trúgv á Harran, og tað hevur sermerkt alt hansara lív. Á yngri døgum ferðaðist hann nógv millum oyggjarnar við bátinum Sendiboðið at halda møtir.
Edvin er av arbeiðssamastu monnum. Tey seinastu mongu árini, áðrenn hann fór frá fyri aldur, førdi hann havnakranan.
Hann var eisini við í arbeiðnum at gera Oyggjarvegin og at gera tunlarnar úr Klaksvík til Árnafjarðar og Norðdepil.
Tað ber ikki til at skriva um Edvin uttan at nevna, at sorgina kennir hann sum fáur.
Bert níggju ára gamal misti hann mammu sína, og í 1965 doyði næstelsta dóttirin eftir stutta sjúkralegu, bert seks ára gomul. Í 1993 doyði sonurin brádliga, bert 27 ára gamal, og longu í 1998 bankaði sorgin aftur upp á hjá Edvini, tá kona hansara - eisini eftir stutta sjúkralegu - doyði, 71 ára gomul.
Men hóast sorgin hevur rakt Edvin so meint, so kann hann enn skemtast og gleðast um lívið.
Hann eigur ta vón, at hetta lívið er ikki alt. Hann kann gleðast í vissuni um, at hann skjótt skal síggja øll tey kæru aftur, sum undan honum fóru.
Góði Edvin! Eitt blítt lívskvøld ynskja vit tær, og hjartaliga tillukku á runda degnum. Harrin signi teg og tíni kæru.

Men tá ið ljósið dvølur fjøllum á,
Og løtur stillar líða,
Ein ósædd hond mær stundum opnar tá
Tær dyr til landið fríða.

Og sum á gloppi standa hinar dyr,
Og dýrdin útum lýsir,
Gerst vissa sæl tað, veika hjarta spyr,
Hvør ivi, sinnið hýsir.





Edvin var nummar 7 av einum systkinaflokki uppá 21, av hesum 9 samsystkin.

Sámal Jóhannes (Sammajóannes) var giftur 3 ferðir:

Fyrsta konan var Jacobina Joensen úr Havn.
Tey fingu 2 børn:
Betty (1906)
Octavia (1908)

Onnur konan var Lisa Joensen úr Skopun.
Tey fingu 9 børn:
Bina (1919)
Jóhannes (1921)
Jona (1922)
Kristian (vanliga nevndur Kis) (1924)
Edvin (1925)
Olaf (1927)
Helena (1928)
Petur (1930)
Leivur (1932)


Triðja konan var Maren Susanna Jacobsen úr Kollafirði, vanliga nevnd Sanna.
Tey fingu 10 børn:
Jens Vilhelm (1941)
Anker (1942)
Marnhild (1942)
Sonry (1943)
Diana (1945)
Victoria (1946)
Henrikka (1946)
Levi (1947)
Maiken (1949)
Lisa (1951)