Edward Fuglø innstillaður til norðurlendska virðisløn

Føroyska nevndin fyri Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2008 hevur valt at innstilla bókina Apollonia eftir Edward Fuglø

Hetta er fjórðu ferð at Útnorðurráðið tekur stig til at heiðra bestu barna- og ungdómsbók, sum er útkomin seinastu trý árini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Heiðurslønin verður latin annað hvørt ár, næstu ferð í 2008. Til várs verður vinnarin funnin, og fær hann ella hon 60.000 kr.

Føroyska nevndin hevur innstillað føroysku bókina Apollonia eftir Edward Fuglø, ið Bókadeildin gav út í 2007.

Í nevndini, sum hevur innstillað bókina, sita Oddfríður M. Rasmussen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Helena Dam á Neystabø.


Grundgevingin

Í grundgeving sínari sigur nevndin:

“Edward Fuglø hevur skrivað søguna, og hann hevur eisini myndprýtt bókina. Hvør opna er ein litrík, fjølbroytt og stuttlig mynd í stórum líki. Á vinstru síðu er teksturin prýðiliga rammaður inn á ein hátt sum ger, at tekstur og mynd tilsaman verður til eina listarliga eind.


Í sjónleikarhúsinum starvast tann gamla seymikonan Apollonia. Hon er ein av hesum stillu og gráu tilverum, sum eingin varnast eru til, og sum situr og seymar dreymabúnar í tí mesta fjarskotna krókinum í sjónleikarahúsinum. Eitt kvøldið missur seymikonan seg burtur millum leikbúnarnar, sum hanga á akslatrøum og bíða eftir, at sjónleikararnir skulu lata seg í teir og geva teimum lív.

Hon sníkir seg at lata seg í hin vakra kjólan hjá Ofeliu, og í somu løtu byrjar ein dreymaferð inn í ein leiklistarligan heim. Í hesum føri inn í dramaheimin hjá tí víðagitna Shakespeare.


Ofelia kløkkar Hamlet, sum als ikki dugir at fóta sær í hesi óvæntaðu støðu. Apollonia ferðast víðari frá Hamlet og inn í Dreym Jóansøkunátt, rennur seg inn í Lear Kong, og er knappliga í leiklutinum hjá Juliu, áðrenn hon trínur á pall sum gívur í Machbeth, blívur síðani til Desdemonu í Othello og endar sum Prosperus í Harðveðrinum.


Sum í einari kinesiskari eskju ferðast rithøvundurin longri og longri inn í ein fiktivan heim. Pallurin verður settur í tí slókta, myrka og lívleysa sjónleikarahúsinum í tí sovandi býnum. Men tá ið hugflog og fantasiur tekur við, kemur lív í, og leikpallurin vaknar. Tær stóru ævigu, ræðandi, tragisku og dramatisku søgurnar fara á rull, og heimurin er víðopin við øllum sínum frábrigdum. Alt verður sett í relief, tá ið vit vita, at í veruleikanum fer hesin sjónleikarameldur fram í dreyminum hjá teirru gomlu og annars ósjónligu seymikonuni. Hon sum ongantíð slapp á leikpallin sjálv, og sum í skýmingini tuskar inn í sjónleikarahúsið gjøgnum bakdyrnar.


Ein vøkur barna- og ungdómsbók, um ta stóru og ævigu søguna, sum livir, hóast hon er vorðin til fyri fleiri hundrað árum síðani, og sum enn kann greiða frá, skapa samanhang og spenning. Um skaldskap og fiktión, sum varpar ljós á eina annars trista og gráa tilveru og ein gráan og tristan gerandisdag. Um hvussu hugflog og fantasiur kann skapa lívsins veitslu – hvønn dag, og um hvussu umráðandi tað er at hava fantasiin við, tá um teir stóru tilveruspurnignarnar ræður.”