Eftir øli

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Ein tann besta ølin, sum eg hava smakkað og drukkið, er Hardcore IPA hjá anarkistunum á skotsku ølstarvsstovuni BrewDog. 9,2 hardcore prosent.
Minnist so sera væl, tá eg smakkaði hana fyrstu ferð. Tað var hjá Mikkeller skitnu megin á Vesterbro í Keypmannahavn.
Tími illa at vera niðri har í kjallaranum, ov nógvir pseudobjórnørdar og ov nógvar keðiligar kaférimpur.
So tá tað viðrar ella bara knappliga tað, siti eg uttanfyri á gongubreytini í Viktoriagøtu. Hóast eg ikki royki, taki eg ein stól frá roykjarunum. Tey hava so góða heilsu kortini, at tey kunnu væl standa og draga dálkaða býarhjaran í seg gjøgnum eitt gult filtur.
Hardcore var hon so sanniliga. Fyrsti sopin var sum eitt fýrverk í munninum.
Síðani havi eg ikki fingið hesa frálíku útflutningsvøru úr Skotlandi, har sum eitt semi hardcore frælsisstrið nú er byrjað.
Dygdarbjór fæst ikki á hvørjum gøtuhorni á okkara leiðum, heldur ikki øðrumhvørjum.
Men so fyrireikaði eg eina vitjan í Reykjavík. Og á heimasíðuni hjá íslendsku rúsuni var hon so, Hardcore IPA hjá BrewDog, 9,2% og 899 krónur.
Og so nú, eg var í Reykjavík, skuldi eg sjálvandi til handils. Fór vónríkur í Vínbúðina í Austurstræti, 27 hanagleiv frá hotellinum, eg búði á. Stutt og høgligt.
Men nei, har høvdu tey ikki Hardcore IPA.
Kanska onkur av teimum stóru búðunum hevur hana, segði krambakallurin. Hvar tær vóru? Jú, tær vóru sjálvandi langt burturi haðani, vit báðir stóðu. Hann nevndi tríggjar. Hevði bara hoyrt um ta einu. Ta í Kringluni. Og handilsmekka Kringlan er ikki júst í miðbýnum í Reykjavík.
Men har var so einki annað at gera enn at royna. Dagin eftir gjørdi eg meg út til eina langa gonguferð. Rørsla er góð, ikki minst, tá endamálið við henni eisini er gott.
Kannaði gjølla býarkortið fyri at seta kósina. Fyrst niðan eftir Laugarvegnum, fram við Dillon, har sum miðnámsgentur í kjóla spældu punk í gjárkvøldið, til høgru eftir Snorrabraut (har var eina ferð eitt Ríki, sum hesir neyðsynjarhandlar kallaðust fyrr) og so til vinstru inn í Flókagøtu. Síðani beint fram til eina gøtu, sum eg nú havi gloymt, hvussu eitur, út á Miklabraut og so til høgru. Har skuldi so Kringlan verið onkrastaðni, sambært kortini.
Onki serligt veður til slíka ferð, føroyskt veður, tó ikki so ringt, nógvur vindur, heilt nógvur vindur, men turt kortini.
Og vindurin var í bakið. Eg stúrdi so fyri heimferðini, vónaði við góðari barlast tó.
Fann Kringluna, hon var har, sum kortið segði, hon er, eftir at hava bíðað eftir fýra grønum ljósum fyri at sleppa yvir um breytina miklu. Bilar, bilar, bilar og fleiri bilar í báðar ættir.
Vínbúðin var eisini har. Og eg leitaði og leitaði. Men har var eingin Hardcore hjá BrewDog at síggja millum nógvu ølirnar. Íslendingar bryggja sjálvir nógv sløg av øli, eisini sterkum øl. Áhugavert, tí øl, annað enn pissøl, var forboðið í Íslandi til fyri bara fjórðingsøld síðani.
Og so, jú, mín sann, har er hon, har er hon. Latið í kurvina, gjaldi, gjafverð, segði kassamaðurin. Spottprísur? Tað veit eg ikki, men alt er relativt.
Og so út aftur í illveðrið. Yvir um breytina miklu, fýra ferðir reytt ljós, bíða og bíða.
Tá eg havi gingið eina løtu við góða fonginum í heystarstorminum, byrjar at dropa úr erva. Sjálvandi, banni eg innantanna.
Heim aftur somu leið, hóast onkur onnur kanska var styttri. Men eg noyðist altið aftur somu leið sum fram. Annars villist eg.
Á Snorrabraut preiaði ein útlendskur ferðamaður meg og spurdi, hvar Harpa var. Laugarvegin á tamb og síðani til høgru. You can´t miss it.