Finnur Helmsdal, løgtingsmaður
Spurningarnir eru hesir:
Hava føroyingar rætt til útlendska pensión fyri tíðarskeið, teir hava arbeitt í norðurlondum?
Um so er, hvørjum londum kunnu føroyingar fáa slíka pensión frá?
Viðmerkingar
Hugtakið útlendsk pensión verður nógv umrøtt í Danmark í løtuni. Tað er komið fyri ein dag, at danskarar, sum hava arbeitt í norðurlondum onkun tíð í sínum arbeiðslívi, hava rætt til pensión ella eftirløn fyri tað tíðarskeiðið, tey hava arbeitt í hesum londunum. Tey hava rætt til pensión frá viðkomandi landi, og verður upphæddin tey fáa í hesum sambandi, ikki mótroknað í pensiónini, tey fáa í Danmark. Treytin fyri at fáa slíka pensión er tó, at ein upplýsir um møgulig arbeiðsár í einum av grannalondunum. Av tí at millum fá og eingin hava vitað av hesum møguleika, eru tað rættiliga fá, sum fáa útlendska pensión. Nú verður nokk so nógv gjørt fyri at upplýsa fólki um møguleikan fyri útlendskum pensiónum, m.a gjøgnum fakfelagsbløð, og kunnu myndugleikarnir eisini staðfesta ein alsamt vaksandi áhuga millum fólk, sum hava arbeitt í øðrum norðanlandi í styttri ella longri tíðarskeið av arbeiðsárum sínum.
Spurningurin viðvíkjandi útlendskari pensión hevur vakt so stórans ans í Danmark, at málið nú er reist í Fólkatinginum.
Nú eru so eisini føroyingar, sum hava arbeitt í norðurlondum, farnir at fregnast, um eisini teir hava møguleikan fyri at fáa útlendska pensión. Tí verður hesir spurningar settir landsstýrismanninum.