Við hesi eftirlønaravtalu hevur Starvsmannafelagið lagt lunnar undir framtíðar arbeiðsmarknaðareftirlønina hjá limun sínum, ið eru uml. 1.250 í tali.
Eftirlønaravtalan tekur hædd fyri, at tann einstaki limurin fær møguleika at byggja upp eina nøktandi persónliga eftirlønarskipan, eins og henda skipan, í ávísan mun, er við til at bøta um vansan við stuttu inngjaldingartíðini hjá teimum eldru limunum.
Eftirlønaravtalan byggir á tríggjar høvuðstættir, ið eru staðfestir í eini høvuðsavtalu.
1:eftirlønargrunnur
2:persónlig eftirlønar-
skipan
3:samstarvsavtala
Samlaða gjaldið, ið verður inngoldið til hesa skipan, verður býtt í tveir partar. Tann eini parturin verður inngoldin til eftirlønargrunnin, ið umsitur samlagstrygging og ískoytiseftirløn. Hin parturin fer til eina persónliga eftirlønarskipan.
Fram til 01.01.1999 fer alt inngjaldið í grunnin. Tann 01.01.1999 hækkar eftirlønarinngjaldið til 5,5%. Tá verða 2,5% sett í grunnin og 3% verða inngoldin á persónligu eftirlønina.
So hvørt sum inngjaldið veksur, er tað tann persónligi parturin, sum verður útbygdur.
1: Eftirlønargrunnur:
(samhaldsfastur partur)
Grunnurin fevnir um:
Samlagstrygging:
(útgjald við deyða) Limir, upp til 50 ára aldur kr. 500.000,- í einum, skattafrítt. Limir, 51 ár og eldri kr. 300.000,- í einum, skattafrítt
Ískoytiseftirløn:
Við eftirlønaraldur 67 ár kr. 100.000,- í einum, skattafrítt.
Grunnurin er skipaður við eini sjálvstøðugari nevnd undir Starvsmannafelagnum, sum stjórnar eftirlønargrunninum. Nevndin og Starvsmannafelagið áseta rætningslinjurnar fyri grunnin og støddina á veitingum. Virksemið er útgreinað í eini reglugerð, og førdur verður ein sjálvstøðugur roknskapur fyri grunnin.
2: Persónlig eftirlønar
skipan:
Av tí at inngjaldið er lágt í byrjanini, verður gjaldið til persónligu eftirlønina í fyrstu atløgu brúkt til eina uppsparing, sum verður útgoldin í einum. Møguleiki er fyri at broyta útgjaldið til eina lívlanga veiting, áðrenn farið verður úr starvi við eftirlønaraldur. Við deyða áðrenn náddan eftirlønaraldur, verður uppsparda virðið útgoldið.
Her verður sostatt ikki innbygt nøkur trygging í sambandi við óarbeiðsføri og deyða í fyrstu atløgu. Lívstryggingin er í hesum uppskoti partur av samhaldsfasta grunninum.
Gjaldsundantøka:
Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur inngjaldið til persónligu eftirlønina burtur aftan á 3 mánaðir. Ístaðin rindar Føroya Lívstrygging eftirlønargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur. Gjaldsundantøka verður veitt uttan mun til, hvussu eftirlønartryggingin er samansett.
Møguleiki fyri víðkan:
Ein eftirlønarskipan er eitt fíggjarligt trygdarnet, tí eigur hon at setast saman við:
?elliseftirløn
?veiting við deyða
?veiting við óarbeiðsføri
?gjaldsundantøku
So hvørt sum inngjøldini vaksa, verður møguleiki fyri at byggja út persónliga partin við veitingum í sambandi við
?óarbeiðsføri
?hjúnafelagseftirløn
?barnaeftirløn v.m.
Eisini er møguligt at gjalda eyka inn í sambandi við persónliga partin. Á henda hátt verður møguleiki fyri at samanseta eftirlønarpartin í tráð við egnan tørv og ynskir.
3: Samstarvsavtala:
Her er mannagongdin út-greinað í sambandi við dagligu umsitingina.