- Eftirlitið skal virka fyribyrgjandi

Høvuðsendamálið við okkara eftirlitisarbeiði er at fáa fyritøku og privatperónar at skikka sær betri og rinda sín skatt, sigur Eyðun Mørkøre, nú Taks hevur funnið 113 óskattaðar milliónir

Høvuðsendamálið við okkara eftirlitisarbeiði er at fáa fyritøku og privatperónar at skikka sær betri og rinda sín skatt, sigur Eyðun Mørkøre, nú Taks hevur funnið 113 óskattaðar milliónir.

 

Eftirlitisarbeiðið hjá Taks gav í fjør 113 milliónir krónur. Talan er um pengar, sum ikki eru givnir rætt upp til skattingar, og har fyritøkur og privatpersónar antin hava fingið ella fáa eina eykarokning.

 

Sambært stjóranum á Taks verður á hvørjum ári løgd ein ætlan fyri eftirlitisarbeiðið hjá Taks, viðhvørt við serligum fokusøkjum, og viðhvørt er talan um meira breitt eftirlit.

 

- Endamálið við eftirlitisarbeiðnum er ikki í sær sjálvum at fáa sum mest inn í skatti. Endamálið er at fáa fyritøkur og privatpersónar at skikka sær væl og rinda sín skatt, tí tey vita, at vit hjá Taks gera okkara eftirlitisarbeiði, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks.

 

Hoyr samrøðu við Eyðun Mørkøre við at trýsta á pílin undir myndini.