Eftirlýsir kommunalan opinleika

- Tað er alt ov torført at finna út av, hvat kommunurnar brúka skattakrónurnar til, sigur búskaparfrøðingurin Eyðun Jacobsen og peikar á Tórshavnar Kommunu.

- Tað er alt ov torført at finna út av, hvat kommunurnar brúka skattakrónurnar til, sigur búskaparfrøðingurin Eyðun Jacobsen og peikar á Tórshavnar Kommunu.

 

Eyðun Jacobsen vísir til fíggjarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu á 650 milliónir krónur, sum varð samtykt 28. november. Enn er ikki so frægt sum eitt dagført høvuðsyvirlit at finna hjá borgarunum.

 

- Eg fái snøgt sag onki sagt um fíggjarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu fyri næsta ár. Her er ikki so frægt sum eitt dagført høvuðsyvirlit fyri fíggjarætlanina, og als eingi tøl fyri í ár at samanbera við, sigur Eyðun Jacobsen við Sosialin.

 

- Tað er ein demokratiskur trupulleiki, at tað er so torført at finna út av, hví og hvussu raðfest verður í kommununi, sigur Eyðun Jacobsen.

 

Búskaparfrøðingurin vísir á, at kommunurnar brúka somu skipan til teirra fíggjarætlanir, sum Fíggjarmálaráðið brúka til landsfíggjarlógina.

 

- Tí eiga kommunurnar at kunna leggja eina eins væl lýsta fíggjarætlan alment fram fyri borgararnar, og Fíggjarmálaráðið ger fyri landið, sigur Eyðun Jacobsen við Sosialin.

 

Les meira um málið í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.