Løgreglan sigur nú, at eftirlýsti bilurin í Havn við nummarspjaldrinum TS 327, sum varð stolin við Posta á Óðinshædd seinnapartin í gjár, nú er funnin aftur í øllum góðum.
Tað var í morgun, at vaktleiðarin greiddi frá tveimum hendingum í Havn í gjár, har tveir bilar vórðu stolnir - annar við Ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum og hin við Posta á Óðinshædd.
Tað løgna var tó, at bilurin, sum varð stolin við Ambulatoriið, varð funnin aftur í øllum góðum við Posta á Óðinshædd, har ein annar bilur eisini varð stolin.
Tí tók spurningurin seg upp, um tann ella tey, sum høvdu stolið bilin við Ambulatoriið, kanska høvdu sett bilin á Óðinshædd, har tey síðan høvdu tikið ein annan bil.
Men, løgreglan veit ikki í løtuni, hvør - ella um - samanhangur er. Tað einasta, sum beint nú er greitt, er, at báðir bilarnir eru komnir aftur í aftur í øllum góðum.
Tá vaktleiðarin var í telefonini fyri løtu síðan, dugdi hann ikki at siga, hvar hesin seinni bilurin varð funnin aftur.
- Vit vita heldur ikki í løtuni, um lyklarnir hava ligið í hesum báðum bilunum, men tað verður so eisini ein partur av málinum, leggur vaktleiðarin aftrat.