- Eg bæði dugi og tosi grønlendskt

Sum útbúgvin lærari hevði Kristin Højgaard hug at royna ein túr til sjós, men hesin eini túrurin gjørdist til meira enn 40 ár á sjónum.

Skiparin á grønlendska rækjutrolaranum, Acadienne Gale II, Kristin Højgaard, er føddur í Føroyum og var bara fýra ár, tá familjan í 1952 flutti úr Rituvík til Narsaq í Suðurgrønlandi. Tí kennir skiparin seg sum grønlending.

 

- Eg eri kanska í tí løgnu støðu, at eg eri føroyingur og grønlendingur við bústaði í Danmark. Eg kenni meg sum grønlending, og eg bæði dugi og tosi grønlendskt.

 

Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini sigur Kristin Højgaard, at hann varð noyddur at læra seg grønlendska málið, tá familjan flutti til Grønlands.

 

- Sum fýra ára gamal dugdi eg ikki danskt, men eftir stívliga hálvum ári í Grønlandi dugdi eg grønlendskt. Sum 14 ára gamal fór eg á kostskúla í Danmark og seinni á hægri skúla og á læraraskúla.

 

Útbúgvin sum lærari droymdi Kristin Højgaard um at sleppa ein túr til skips at royna sjólívið. Tað eydnaðist, tá hann í 1976 slapp við rækjutrolaranum Hvítanesi.

 

- Sjóverkurin var øðiligur, og menninir umborð argaðu, tí eg sum 27 ára gamal fór mín fyrsta túr til skips. Eg bardi sjóverkin av mær og treivst sera væl á sjónum.

 

Kristin Højgaard sigur, at hann sigldi, til hann á heysti 1980 fór á skiparaskúla í Rønne. Eftir tað sigldi hann sum dekkari í nøkur ár, áðrenn hann gjørdist stýrimaður og avloysari sum skiparan.

 

- Síðan 1987 havi eg siglt sum skipari við ymiskum rækjutrolarum. Nú er hesin trolarin seldur til Ruslands, og eg fylli 70 ár í september. So, nú fer tíðin á sjónum at halla. Men, eg trívist væl, og hugurin er framvegis góður.

 

Tá Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini vitjaði í Grønlandi herfyri, høvdu tey andakt og sungu umborð á Acadienne Gale II í Nuuk.

 

- Hetta er fyrstu ferð, eg havi upplivað, at kristin sangur og andakt hevur verið umborð á skipi, sum eg havi verið við. Hetta var ein sera góð og gevandi løta, sum vit allir vóru glaðir fyri, sigur Kristin Højgaard, skipari.