- Eg beri onga bangheit fyri fiskinum

Hestur hevur altíð verið eyðkend fyri útróður. Í dag eru teir einir fýra bátar sum reka fiskivinnu.
- Hóast lítið hevur verið at fingið higartil í ár, so kemur fiskurin altíð aftur, sigur ein av útróðrarmonnunum, hin 74 ára gamli Ebbe Rasmussen.

Hann liggur tráður av landsynningi henda týsdagin, og ikki er hugsingur um hjá útróðrarmonnunum í Hesti at leggja frá landi.
Hinvegin vita teir, at umstøðurnar hjá bátunum at liggja inni í bátahylinum ein slíkan dag eru av teimum bestu.
Ikki færri enn tveir bátahylar eru í bygdini: Ein gamal, og so tann nýggjari og meiri tryggi, og sum haraftrat hevur góðar brimgarðar. Hesin kann brúkast alt árið!
Hóast hesar umstøður man hugurin at loysa frá landi kortini ikki altíð vera tann besti. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at fiskiskapurin hevur verið so lítil higartil í ár.
- Nei, hetta hevur verið eitt vánaligt ár, sigur ein av útróðrarmonnunum í Hesti, Ebbe Rasmussen.
Hann er 74 ára gamal, eigur útróðrarbátin Andromeda, men hevur kortini ongar ætlanir um at gevast í hesum yrki sínum.
- Eg haldi á, so leingi sum eg orki!
 
Góðar snellur
Ebbe hevur verið sera fegin um sín 33 føtur langa grastrevjabát, sum hann hevur brúkt til útróður hesi árini.
- Jú, skal eg siga tær. Støddin er hóskilig og báturin roynist sera væl í sjónum.
- Hann er væl egnaður at fara langt út við, og eg havi verið heilt úti á Føroya Banka við honum. Tað er púra vist, hann er sera róligur í sjónum, greiðir Ebbe frá.
Hann plagar at vera við í várróðrinum, og tá liggur báturin á Eiði. Men hesa ársins tíð er hann mest vestanfyri oyggjarnar og roynir við snelluni.
Umborð hevur Ebbe fimm svenskar snellur, og tær vísa seg eisini at vera góðar, tá hann plagar at royna í Hestfirði um heystið.
- Hesar svensku snellurnar eru góðar, - ja, heilt einastandandi.
- Tær arbeiða væl og eru lagaligar. Og so fiska tær eisini sera væl, sigur Ebbe, sum seinast var á útróðri fyri sløkum tveimum vikum síðani.
 
Ringt ár
Hóast Andromeda hevur góðar snellur, so letur Ebbe ikki væl at útróðrinum  higartil í ár.
- Nei, í ár hevur ikki riggað nakað serligt. Eg haldi, at hetta er eitt tað ringasta árið sum eg veit um, sigur hann ikki sørt harmur á málinum.
Í summar hevur lítið verið at fingið, og tað sama var við várróðrinum. Og Ebbe er ikki einsamallur við hesi metingini.
- Skal eg taka saman um, so má eg siga, at tað hevur viðrað stak illa og haraftrat hevur verið lítil fiskiskapur!
Hinvegin so væntar hann sær heldur meiri av fiskiskapinum í heyst.
- Tað plagar vanliga at vera ein góð tíð, her inni við land, sigur Ebbe.
 
Kemur aftur
Eins og aðrir útróðrarmenn hevur Ebbe eisini sína hugsan um, hví fiskiskapurin hjá útróðrarmonnum ikki hevur verið nakað serligur í ár.
- Orsøkin er hin einfalda, at tað er ov lítið æti til, sigur hann, og vísir til eitt annað dømi á landi:
Loysir tú eina kúgv og leiðir hana á eitt stað, har einki gras er, so rýmir hon. Tað sama er við fiskinum: Er einki æti til fiskin, so fer hann aðra leið.
Hinvegin óttast hesin útróðrarmaðurin ikki fyri fiskiskapinum í framtíðini.
- Tí, sum hann sigur: - Fiskurin kemur nokk aftur.
- Tað beri eg onga bangheit fyri, sigur 74 ára gamli útróðrarmaðurin úr Hesti.
 
Besta lívið
Tað eru helst mong á fastlandinum, sum undra seg um at menn yvirhøvur tíma at fáast við útróður.
Hesum er Ebbe ikki samdur í.
- At vera útróðrarmaður er sera spennandi lív. Tað er altíð spenningur í at vita, hvat ein fær av fiski.
- Ja, tað finst ikki betri lív enn tað, slær hann avgjørdur fast.
Hjá einum útróðrarmanni er týdningarmikið at hann altíð væntar sær veiðu, tá hann leggur frá landi. Um ikki, so er bara at lata vera við at fara til útróðrar.
Hinvegin so nyttar tað heldur einki at virka sum útróðrarmaður, um ein ikki hevur hug til tess. Hetta liggur líkasum í føroyinginum, - hetta við veiðimannalyndinum.
- Hevur ein ikki hug til útróðurin, so riggar tað als ikki, sigur Ebbe.
 
Reinsa
Sum nevnt hava útróðrarmenn í Hesti góðar umstøður til bátar sínar.
Áður var gjørligt at leggja fiskin upp á land í Hesti, men hesin møguleikin er kortini ikki til longur.
Tá Ebbe kemur aftur av útróðri leggur hann tí oftast leiðina á Miðvág ella Skopun at avreiða.
Ein útróðrarbátur í drift hevur av og á brúk fyri umvæling og eini upppussing. Og tað var næsta stigið hjá Ebbe við Andromeda.
- Eg ætli mær í kvøld ella í morgin inn á Andersen beding á Strondum. Har skulu teir shina bátin upp og reinsa og mála hann.
- Har verður tað gjørt ordiliga, og tí má eg bara bíða í eina viku, inntil eg sleppi aftur til útróðrar, segði Ebbe altso týsmorgunin.
 

Skiftu ikki navn
At Ebbe er komin væl til árs, er ilt at fáa eyga á. So lættur sum nakar unglingi fæst hann við alt tað, sum hoyrir til arbeiðið at hava ein útróðrarbát.
Ebbe er tó vanur við sjógvin og sjólívið, og tað sum hesi bæði hava at geva landi og fólki.
Hann var í síni tíð fiskimaður við langfaraskipi, men síðani hann legðist upp á land fyri 12 árum síðani, hevur tað verið útróðurin sum hevur havt størsta týdning fyri hansara vinnuliga lív.
Hetta er annar báturin hjá Ebbe. Henda bátin keyptu hann og sonurin fyrst í 90unum úr Onglandi.
- Hann varð keyptur úr Onglandi, og æt tá Andromeda. Eg veit ikki, - hann æt Andromeda tá, og vit tímdu ikki at skifta navnið á honum.
- So vit avgjørdu bara at behalda navnið, sigur Ebbe.
Navnið er samstundis navnið á eini stjørnumynd og sagnkvinnuni, sum var dóttir etiopiska kongin Kefeus og Kassiopeia.