Eg bróti onkur tabu á Instagram

– Tað tekur langa tíð at byggja ein fylgjaraskarða og røkja profilin, men eg havi megnað at fingið hesar 3000 fylgjararnar seinasta árið, sigur Bjørg Sivertsen

– Tað tekur langa tíð at byggja ein fylgjaraskarða og røkja profilin, men eg havi megnað at fingið hesar 3000 fylgjararnar seinasta árið, har at kalla øll eru føroyingar, sigur Bjørga Sivertsen, sum er influensari.

Bjørga Sivertsen er influensari á Instagram. Hon hevur ein vanga, sum 2997 fólk fylgja. Har leggur hon myndir út á vangan og uppdaterar fylgjarar á story dagliga.

– Eg ætlaði ikki neyðturviliga at gerast influensari, men nú haldi eg, at tað er áhugavert. Tá ein fær eitt ávíst tal av fylgjarum, er man kanska influensari, sigur 34 ára gamla Bjørga Sivertsen, handan vangan lifeofsivertsens. 

##med2##

– Mær dámar væl at varpa ljós á ADHD og autismu, tí eg havi ein son, sum hevur tær diagnosurnar. Eisini mistu vit eitt barn í 2015, og tí viðgeri eg eisini ta sorgina. Eg tosi eisini um, hvussu tað er at vera mamma og familja í Føroyum, og hvussu man livur við avbjóðingunum, sum eru í lívinum, greiðir hon frá.

 – Umframt tað, so tosi eg eisini um make-up og um, hvussu eg ansi eftir mær sjávari í einum strævnum gerandisdegi, leggur hon aftrat.

– Tað tekur langa tíð at byggja ein fylgjaraskarða og røkja profilin, men eg havi megnað at fingið hesar 3000 fylgjararnar seinasta árið, har at kalla øll eru føroyingar. Eg haldi, at tað er tí, at fólk kunnu relatera til mín. Fólk dáma best at hoyra um veruliga lívið. Profilurin er alla tíðina í broyting, greiðir hon aftrat.

– Við vanganum varpi eg ljós á nøkur evni, bróti onkur tabu, samskifti við onnur og eg fái ein felagsskap við influensari, sigur Bjørga, sum dámar væl pallin.

Instagram vangi: @lifeofsivertsens

Fakta:
At vera influensari merkir, at tú ert ein alment kendur persónur á sosialum miðli, og at tú lýsir fyri ymiskar veitarar - tað kann vera onkur søk, boðskapur ella vøra - gjøgnum sokallað samstarv. Tey fáa lýsing, og tú fært einhvønn ágóða. Fleiri influensarar leggja dent á, at tey bert hava samstarv við veitarar, tey persónliga eisini standa inni fyri