– Eg brúki listina til at broyta status quo

Búi Rouch er tað man kann kalla eitt fjøltáttað listafólk innan framførslu. Summi av heitunum, hann hevur ognað sær, eru eitt nú samtíðardansari, performari, koreografur, pallsetari og undirvísari.

Búi Rouch til útgávukonsertina Midnáttarsang við Aggrasoppum, sum var ein loynilig staðarspesifikk konsertsýning (Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carre)

Av øllum teimum mongu verkunum, Búi hevur luttikið í, minnist hann serliga aftur á eitt dansiteaturstykki við heitinum Sodom, ið varð framført í Berlin í 2019. 

 

– Mær dámdi serliga væl samspælið millum sjónleik og samtíðardans, av tí at listaliga er hetta mín sergrein. Harumframt snúði stykkið seg um at varpa ljós á ymsu síðurnar av fólki, ið vanliga verða fjaldar í tí normativa samfelagnum, sigur hann.

 

– Tað rørdi onkursvegna við ta sjálvsnoktanina, man fór ígjøgnum sum kvir persónur í Føroyum í 00’unum, tá ið tín samleiki er eitt tabu, tá tú ert ein provokatión, bara tí tú ert til… Tað var frígerandi at framføra stykkið!

 

Búi hevur luttikið í nógvum verkætlanum, ið fyri hann hava verið minnisverdar, og hann tekur leikin Lykkenborg frá 2022 sum dømi, har hann var koreografur og hjálparleikstjóri.

 

- Tað, ið gevur mær mest íblástur, er at broyta og bróta status quo… Ikki neyðturviliga sum provokatión, men ístaðin, at alt, ið kann seta spurnartekin við eina normativa undanstøðu, vekir mítt forvitni, sigur hann.

 

Les longri samrøðu við Búa Rouch í nýggjasta Sosialinum.

 

Búi Rouch til útgávukonsertina Midnáttarsang við Aggrasoppum, sum var ein loynilig staðarspesifikk konsertsýning (Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carre)

Búi í sýningini Minnisbrot hjá RIVA (Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carre)