Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, sigur, at hann keypir lítið av fýrverki. Trý av børnunum eru í einum aldri, har tað er spennandi at skjóta, so familjan keypir eitt sindur at skjóta saman, men sum heild brúka tey ikki nógv upp á fýrverk.
- Eg haldi nýggjár heima á Eiði. Nógv er á skránni. Dagurin byrjar við, at yngri sonurin heldur føðingardag. Tá kemur familjan gjarna á gátt. Seinni er ein 60 ára føðingardagur í bygdini, sum eg helst leggi leiðina framvið.
Jógvan í Skorini sigur, at í kvøld skjóta tey fýrverk saman við børnunum heima, og her stendur góður matur á borðinum, so eisini onnur eru vælkomin á gátt.
- Eftir midnátt verður helst farið ein túr í EB-húsið, har Svanareiðrið í ár skipar fyri felagssangi og hugna, sigur borgarstjórin.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?
- Besta upplivingin er heilt víst at gerast pápi á fjóðra sinni. Eg fekk eina fitta lekra dóttir í mars. Hon bleiv uppkallað eftir mammu míni, og tað var stórt.
Borgarstjórin vísir á, at nógvar góðar hendingar hava verið í 2018. Fólkatalið í Eiðis kommunu setti met, EB/Streymur/Skála endurvunnu greipuna, og kommunan er fíggjarliga sterkari enn nakrantíð. Sum heild var 2018 eitt ógvuliga gott ár.
Og hvat var tað keðiligasta í 2018?
- Eg dvølji ikki nógv við tað keðiliga. Haldi meg vera ógvuliga positivan av lyndi. Tó so, um okkurt skal nevnast, er tað kanska gongdin í vesturheiminum. So ella so eru vit blivin partur av einum heimi, har tú ikki verður vigaður eftir, hvat tú avrikar, men heldur, hvat kenslur og annað hjá fólki hava at siga.
Jógvna í Skorini vísir á, at fyri stívliga 100 árum síðan var ársins kvinna, vísindakvinnan Marie Curie - og í 2018 var ársins kvinna ein maður í konufólkaklæðum.
- Hetta er nokk tað sum lýsir mína stúran best, leggur hann aftrat.
Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?
- Eg havi ikki sett mær nakað beinleiðis mál fyri 2019. Tó so, helst hevur tíðin á skrivstovu seinastu seks árini gjørt, at man er blivin nakað tungur. Hetta noyðist eg helst at arbeiða eitt sindur við í 2019.