- Eg eri alt tað ónda

Charles Manson varð dømdur til deyða í Kalifornia í 1971, men seinni varð dómurin broyttur til lívslanga fongsulsrevsing, tá staturin avtók deyðadóm. Nú 40 ár eru liðin, síðan hann varð dømdur fyri at viðvirka til dráp av fleiri fólkum, hevur spanska útgávan av Vanity Fair sett seg í samband við tann nú 76 ára gamla drápsmannin.

- Illgras doyr ongantíð, sigur Charles Manson í telefonini úr Corcoran State Prison í Kalifornia, har hann situr í fongsli.

Í 2007 varð honum sýtt royndarleyslating fyri 11. ferð, og í síni fyrstu blaðsamrøðu síðan 1988 prógvar hann, at hann neyvan er rætti persónurin at ganga leysur.

- Eg livi í undirverðini. Eg sigi ikki fólki, hvat tey skulu gera. Tey vita sjálvi, hvat tey skulu gera. Men um tey ikki vita, kunnu tey spyrja meg. Eg eri ein ringur maður, eg eri lorturin. Eg spæli ikki. Eg skjóti fólk. Eg eri lógleysur, og eg eri alt, sum er galið.

Í samrøðuni sigur Charles Manson eisini sína meining um forsetan í USA, Barack Obama.

- Eftir míni meining er Obama er idiotur. Hann er ein Wall Streets trælur. Tey spæla við hann, sigur Manson.

Á sínum eldru døgum er Charles Manson kortini vorðin forsprákari fyri umhvørvinum. Hann hevur soleiðis eisini tosað fyri, at menniskju ikki dálka umhvørvi so nógv, at hetta gongur út yvir pólarnar.

Myndirnar av Charles Manson eru tiknar, tá hann varð førdur í rættin í 1971 - og hin seinna nú fyri fáum árum síðan.