- Mín missión sum prestur er at formidla evangeliið, so fólk kunnu nerta tað við hondunum og kenna, at hetta er viðkomandi fyri teirra egna lítla lív á hesi løgnu jørð. Hetta sigur kendi og orðkringi danski presturin Kristine Stricker Hestbeck, sum verður avloysari í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi komandi hálva árið, har hon avloysir Marjuna Lómaklett, sum fer í barnsburðarfarloyvi.
Livandi kirkjan
Nýggi presturin sigur seg onga ímynd hava av, hvussu tað er í Føroyum,.
- Men eg havi altíð verið bergtikin av náttúruni har uppi. Og so, at Føroyar eru ein partur av ríkisfelagsskapinum, og kortini so fullkomiliga øðrvísi, sigur Kristine Stricker Hestbech. Men hon hevur eina hóming av, at føroyska kirkja er ikki so modernað, sum tann danska.
– Fólk her niðri siga, at tit vita ikki, hvat tit hava sett í starv har uppi, flennir hon, og leggur afturat, at sjálv ynskir hon sær, at kirkja er ein livandi og nærverandi partur av tilveruni hjá fólki her og nú. Fólk skulu kenna seg aftur í kirkjuni, sum sjálvandi eisini skal umboða tryggleika og traditión.
- Føroyingar hava ikki sokallaða 1992 ritualið, men 1912 ritualið. Hetta merkir, at í Danmark fóru stórar broytingar fram í 1992, tá málburður og ritualini vórðu moderniseraði. Hetta sigur mær somikið, at talan er um eina konservatismu í sambandi við ritualir og siðvenjur, hugleiðir Kristine Stricker Hestbech, og skoytir upp í, at hon sjálv er ein sera modernaður prestur.
– Tí hevur tað ikki avgerandi týdning fyri meg, um eitthvørt hevur verið galdandi í 500 ár, sigur Kristine Stricker Hestbech, sum heldur, at kirkjan skal vera eitt stillarúm í einum gerandisdegi, har alt annað gongur við rúkandi ferð.
- Tá alt er kaos uttanfyri, skal friðurin valda og tíðin ganga spakuligari í kirkjuni, sigur hon.
Kendur prestur
At koma til Føroya at virka sum prestur er ein gamal dreymur, sum hevur fylgt Kristine Stricker Hestbech øll árini, síðani hon læs teologi í Århus.
- Men eg vildi ikki gera tað, meðan døturnar vóru smáar. Nú tær eru so vaksnar, kann eg vera burtur frá teimum í eitt hálvt ár, sigur Kristine Stricker Hestbech, sum segði frá sær fasta starvið sum prestur í Suðursælandi á nýggjárinum. Síðani hevur hon verið freelancari, hevur hildið fyrilestrar og verið við í kommisiónini um arbeiðs- og familjulív, samstundis sum hon hevur lokið prógv sum psykoterapeutur.
Kristine Hestbech ikki hvør sum helst. Hon er kendur fyrilestrahaldari í Danmark, og kend frá kjaksendingini "Tal med Gud" í DR2. Eisini var hon ein av viðmerkjarunum hjá DR1 í sambandi við krúnprinsabrúðleypið í 2004.
- Eg var ikki í iva, tá ið eg sá avloysarastarvið í Føroyum. So eg og maðurin hugdu hvønn annan djúpt inn í eyguni, tí hetta var ein møguleiki, sum ikki mátti gleppa mær av hondum, sigur Kristine Stricker Hestbech. Tá visti hon ikki, hvørja kirkju talan var um – bara at tað var í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi.
Eyðmjúkliga til verka
Men hóast Kristine Stricker Hestbech er ein sera modernaður prestur, sigur hon vera eyðmjúka mótvegis starvinum sum avloysari í føroysku kirkjuni.
- Eg komi fyrst og fremst upp fyri at røkja eina uppgávu, so gerandisdagurin hongur saman. Eg komi ikki upp við broytandi vindum, men vóni at fáa nakrar royndir og at blíva klókari uppá, hvussu tit hava kirkju, sigur hon.
- Og so eri eg eisini spent upp á at síggja, hvussu nógv kirkjan fyllir í almenna orðaskiftinum; um hon er meiningsdannari etiskt og mentunarligt.
Positivt og negativt
Spurd, hvat hon roknar við er serliga positivt við føroysku kirkjuni, heldur hon, at fólk kenna seg heima í kirkjuni her.
- Í Danmark hava síðstu ættarliðini ikki fingið ein kristnan barnalærdóm. Eg ímyndi mær, at í Føroyum er eitt felags grundarlag, ein samtykt, sum ger, at tú skalt ikki aftur til røturnar, hvørja ferð tú tekur eitt evnið upp. Nevni eg Káin og Ábel í Danmark, so má eg fyrst fortelja søguna um teir, áðrenn eg kann koma víðari. Hetta rokni eg við er nógv øðrvísi her uppi, sigur nýggi presturin, sum er tiltikin hittinorðað og øðrvísi djúphugsin í talum sínum.
Um hon dugir at ímynda sær nakað negativt við føroysku kirkjuni, sigur hon seg ikki vita nóg mikið til at úttala seg enn.
- Men hetta við at halda fast í gamlari siðvenju, kanska er tað negativt og kanska er tað positivt fyri føroyingar. Her í Danmark er tað í øllum førum soleiðis, at prestarnir, sum bara halda fast um tað gamla, hava stórar trupulleikar, tí fólkið flýggjar úr kirkjum teirra, sigur Kristine Stricker Hestbech.
Búgva á Velbastað
Tá nýggi presturin fekk boðini frá bispi um, at hon var sett í starv sum avloysari í eitt hálvt ár fyri Marjuna Lómaklett, gjørdist tað henni eisini greitt, at ongin bústaður fylgdi við starvinum.
- Men fólk hava víst mær sera stóra vælvild, sigur hon glað. Og hon greiðir frá, at tá hon var har uppi í síðstu viku, í sambandi við ráðstevnuna um arbeiðs- og familjulív, kom ein Dorete Block inn í Norðurlandahúsið.
- Har boðaði hon frá, at eg var vælkomin at búgva í íbúðini í træhúsi hennara á Velbastað hetta hálva árið. Eg kenni ikki Doretu, men tað var okkurt við, at ein vinkona mín hevur eina vinkonu í Jútlandi, sum kendi ein, sum kendi Doretu. So tað kanst tú ætla, at eg eri spent uppá og takksom fyri, sigur ein fegin Kristine Stricker Hestbech. Hon kemur til Føroya leygardagin og verður innsett sum prestur í Havnar Kirkju nú sunnudagin. Hon avloysir í tíðarskeiðinum 1. oktober til 15. mars 2008.
--
Sæt pris på livet
Nýggi presturin í dómkirkjuni er ein kend persónligheit í Danmark. Hon var limur í donsku kommisiónini, Chance for balance, sum arbeiddi við, hvussu vit fáa betri javnvág millum arbeiðs- og familjulív? Kristine Stricker Hestbech hevur nøkur góð ráð til, hvussu vit kunnu fáa betri javnvág í lívinum, við at lata persónligu virðini stýra valum okkara.
· Gør dig klart, hvilke værdier der er vigtige for dig i dit liv. På den måde får du lettere ved at træffe dine valg.
· Mærk, at livet er det bedste, der kunne overgå dig - og værdsæt de gode ting i din tilværelse.
· Livet består af øjeblikke - kunsten er at gå langsomt igennem dem.
· Tag kontrol over dit liv. Lav om på det, der kan ændres og accepter det, der ikke kan.
· Øv dig i at sige ”pyt med det”.
· Husk en gang i mellem bare ”at være” og dagdrømme, uden mentalt at være på vej til det næste.
· Tag imod omsorg. Det er godt at kunne læsse af.
· Ingen lægger en dag til sit liv ved at bekymre sig - så øv dig i ikke at tage sorgerne på forskud, de bliver måske ikke til noget.
· Tiden er ikke noget, der løber fra dig, men noget der kommer til dig.
· Vær nærværende i alt, hvad du laver: fra gulvvask til godnathistorie.
· At leve er som et åndedrag: at ånde ind og ånde ud - så husk at standse op og træk vejret.
· Vi kan ofte føle vores liv som en centrifuge - så husk at mærke efter, hvor dit centrum er.