»Navnið spillir ongan«, verður stundum sagt, men mangur hevur spilt navnið, og er skúladømið her Judas (svíkjarin), sum spilti heiðursnavnið eftir víðgitna jødiska herføraran Judas Makkabeus.
Eitt føroyskt gospel-rock orkestur nevnir seg I AM, og eg havi ætlað mær at skriva um hetta í áravís, uttan at hava fingið upp í lag at gera tað. Men betur seint enn ongantíð, og nú teir eru vorðnir fløguaktuellir aftur, so rann hetta mær til hugs.
Fyrst vil eg siga, at talan er um evnaríkar ungar menn, sum brúka tey evni sum Skaparin hevur givið teimum, og eg havi ongan trupuleika við at hoyra teirra tónleik í útvarpi ella á fløgu, tó at eg ikki meti tónleikin verða egnaðan til at framføra á kristiligum fundi ? mær dámar annars væl fimtu symfoni hjá Ludwig van Beethoven (serliga triðja sats), men eg taki hana ikki við mær á møti ? heldur ikki um onkur setur gudiligan tekst til tónleikin.
Tað sum harmar meg við orkestrinum I AM er navnið, og eg vil grundgeva fyri tí niðanfyri.
Talan er sjálvsagt um Navn Guds »Eg Eri« í 2.Mós.3:14, men kunnu menniskju loyva sær at brúka hetta Navn?
Í bíbilskari tankagongd er navnið eitt og hitt sama sum persónurin (likamliga hjástaddur ella ikki), tað eru nógv dømi um hetta, og tað kendasta er helst »Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í Navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra« (Matt.18:20). Onnur dømi eru »Hann skal byggja Navni Mínum hús« (2.Sám.7:13), »HARRIN bønhoyri teg neyðardagin, Navn Jákups Guds bjargi tær!« (Sálm.20:2) og »Tí frá upprisi sólar til niðurgongu hennara skal Navn Mítt verða stórt millum tjóðirnar, og allastaðni skal roykilsi verða brent Navni Mínum, og skulu offurgávur verða bornar tí fram; tí Navn Mítt skal verða stórt millum tjóðirnar ? sigur HARRIN Gud herskaranna.« (Mal.1:11). Her stendur navni fyri persónin. Skriftstøð, sum viðgera hetta evnið (navn = persón) eru ov mong til at nevna her, - tað er eitt gjøgnumgangandi tema gjøgnum alla bíbliuna. Áhugaði kunnu lesa t.d. 1.Mós. 32:29. 2.Mós.23:21. 33:19-34:5, Dóm.13:6,17-22, 1.Kong.8:16-20,29,33,35,41-44 .9:3, Es.48:9, Matt.28:19, Joh.1:12. 12:28. 14:13. 17:6,26, Róm.10:13, Fil.2:9-10, Ják.5:14 og Op.2:13. Norska »Illustrert Bibelleksikon« hevur eina áhugaverda grein um »Navn« (harundir Navn, Guds), og ivaleyst eru onnur leksikon nyttulig eisini.
»og tjóðirnar skulu sanna, at EG ERI YHWH [I AM]« (Ez.36:20-23). Sagt í stuttum, so sigur Gud »Eg Eri I AM«, og eitt gospel-rock orkestur sigur »Vit eru I AM«. Hvør man hava rætt? Men kanska hava teir valt - tilvitað - ikki at nýta hasa orðingina. Vónandi. Eitt hugsað interview, fyri ikki at verða misskiltur: »Hvørjir eru tit?« »Vit eru All That Rain.« »Og tit?« »Vit eru, - øh, vit kalla okkum I AM«.
Tað triðja boðorðið (í 10 boðunum) sigur soleiðis: »Tú mást ikki misbrúka Navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar Navn Hansara.« (2.Mós.20:7). Hetta er meiri álvarsligt enn at bannast, tí tað ber nevniliga til at »kola og steikja« eina heila rúgvu, uttan at nevna Navn Harrans.
Jákup tosar um »hitt góða navn, ið tit eru nevndir við!« (Ják.2:7), men tað er ikki navnið »Gud«, men annahvørt børn/fólk Guds, ella allarhelst navnið »kristin« ? vit nevna okkum ikki »Kristus«, men »kristin«, t.v.s. tey ið hoyra Kristusi til ? og vit ógvast við, av at suðuramerikanskir katolikkar uppkalla børn síni »Jesus«.
Harrin, Gud okkara sigur í Esaias 42:8: »Eg eri HARRIN (I AM), tað er Navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína«, og vit skulu vera vís í, at Hann gevur heldur ongum øðrum Navn Sítt, og tað er er rættiliga ósmæðið, at taka sær Navn Guds, sum heiti á einum tónleikabólki.
Menniskjað hevur eini einastandandi evni til at leypa úr einari grøv í aðra. Jødarnir høvdu slíka virðing fyri Navni Guds, at teir høvdu útgreinaðar fyriskriftir um at turka pennin - og enntá baða sær - táið teir skrivaðu Navn Guds, í sambandi við at teir avskrivaðu Gamla Testamenti (tær heiløgu rullurnar). Teir vildu heldur ikki lesa Navn Guds YHWH (Eg Eri), táið teir lósu Orð Guds upp í synagoguni, men lósu í staðin Adonai (Harrin) ? hetta var ivaleyst at gera ov nógv av, men vit kristnu eiga ikki at leypa í hina grøvina, og brúka Navn Guds sum eitt og hvørt annað navn, uttan at vísa tí hóskandi virðing. Skuldi tað havt eydnast teimum kristnu »lógloysingunum« (antinomistunum) at sannføra tey trúgvandi í Føroyum um, at tey 10 boðini ikki eru galdandi longur, so kann eg í hvussu er minna á, at fyrsta bønin í »Faðir vár« er »Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði Navn Títt!« (Matt.6:9).
»Tí fyri tykkara skuld verður Navn Guds spottað millum heidningarnar« (Róm.2:24). Sum er, ber ikki til at ummæla tónleikabólkin I AM, uttan at siga, at ein dámar ella dámar ikki »EG ERI« (Harran, Gud Jehova). Hvat um nú onkur (ikki eg) heldur, at tónleikurin hjá I AM er vánaligur, og ein slíkur kemur at siga, at »EG ERI« (I AM) er nakað h__. skrambul ? tað hoyrir ein stundum verða sagt um tónleik.
Eg skilji væl, at jødarnir hvukku við og østu seg, táið Jesus segði Seg vera EG ERI (Luk.22:70, Joh.8:58. 18:6 ), men eg havi verri við at skilja, at eingin enn hevur tala at alment, um tað, at eitt rock-orkestur kallar seg I AM ? hevur eingin hugsað um tað enn, ella er mann bara fittur_
Kæru tit í I AM, eg vóni, at talan er um »synd av óvart«, men nú vita tit í hvussu er betur, um tit ikki vistu tað frammanundan, so eg vil heita á tykkum um at skifta »Navnið« út við okkurt annað, so tit ikki framhaldandi gera tykkum sekar í at »misbrúka Navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar Navn Hansara« (2.Mós.20:7)«