- Eg eri fyri samanlegging

- Men eg vil ikki ávirka fólkið og siga, hvørji kommunu eg helst vildi lagt saman við. Tað er ein spurningur, sum fólk sjálvi mugu taka støðu til, sigur Árni Joensen, bygdarráðsformaður í Oyndarfirði

Fólkaatkvøða

Bygdarráðsformaðurin í Oyndarfirði, Árni Joensen, dylur ikki, at hann er fyri, at Oyndarfjarðar kommuna leggur saman við aðrari kommunu ? antin Fuglafjarða kommunu ella Runavíkar kommunu.
- Men eg fari ikki at siga hvørji kommunu, eg helst vildi lagt saman við. Tann avgerðin er fólksins, og eg vil ikki ávirka hesa avgerð.
Árni sigur, at við teirri útlegging av uppgávum, sum landið vil hava kommunurnar at umsita, er hann ikki í iva um, hvat rættast er at gera.
- Vit kunnu kalla hetta frívillugt tvang. Nú hava vit møguleikan at velja sjálvi, men tað er ikki vist, vit hava henda møguleika um 2-3 ár, sigur hann.
Spurdur, hvørja støðu bygdarráðslimirnir hava til samanlegging, sigur Árni:
- Tá ið málið tók seg upp í vár, vóru summi ímóti, men eg haldi ikki, at fólk eru so ivingarsom longur. Eg havi ikki spurt hvønn einstakan bygdarráðslim, hvussu tey fara at atkvøða í dag, men eg meti, at bygdarráðslimirnir eru fyri samanlegging.

Tungur rakstur

Árni sigur, at Oyndarfjarðar kommunu hevur eina skattainntøku uppá slakar 4 milj. krónur um árið, men av hesum rindar kommunan 35% í rentum og avdráttum.
Aðrar tungar útreiðslur, sum kommunan hevur, er eitt nú IRF, dagrøktin og skúlin.
- Vit hava ongan livandi kjans at rinda rentur og avdráttir fyri eitt eldrasambýli, sum kostar 8 milj. krónur ? bara fyri at taka eitt dømi, sigur Árni.
Bygdarráðsformaður heldur, at skal Oyndarfjørður mennast og kunna veita bygdarfólkinum somu tænastur sum aðrar kommunur, er hann ikki í iva um, at rættast er at leggja saman við eini størri kommunu.
- Men velir fólkið, at Oyndarfjørður framhaldandi verður ein sjálvstøðug kommuna, verður tann avgerðin vird ? og so verður ikki meira gjørt við hetta málið, sigur Árni Joensen