Nú fólkatingsvalið er av, er føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, komin í eina sermerkta støðu. Í Danmark fekk reyði blokkurin hjá Mette Frederiksen, 87 umboð í Fólkatingið og samstundis hava grønlendingar eisini valt tvey reyð umboð í Fólkatingið og tey stuðla eisini Mette Frederiksen.
Sosatt hevur hon 89 fólkatingslimir í rygginum. Men fyri at fáa meiriluta, krevst, at hon hevur 90 fólkatingslimir - og tað setur Sjúrða Skaale, í eina lyklastøðu, tí nú situr hann við avgerandi atkvøðuni. Hann hevur nevniliga gjørt greitt, at hann stuðlar, fyrst og fremst, Mette Frederiksen.
Støða hansara styrknar enn meiri av, at borgarligi vongurin fekk 72 fólkatingslimir. Og mitt ímillum liggur so flokkurin hjá Lars Løkke, Moderaterne. Hann fekk 16 atkvøður, so hóast hann fer í parti við bláa blokki, fáa tey ikki meiri enn 88 tinglimir - og tað er framvegis ov lítið til at fáa meirilutan.
Vil hava nøkur lyfti
Sjúrður Skaale fer til Danmarkar í dag og hann væntar at fáa fund í lag við Mette Frederiksen ein av døgunum. Men hann leggur dent á, at stuðulin til Mette Frederiksen er ikki treytaleysur. Men hann sigur eisini, at hetta er ein støða hann ætlar at brúka - men hann ætlar ikki at misbrúka hana.
Sjúrður Skaale sigur, at fyri at stuðla eini reyðari stjórn, eru tað nøkur viðurskifti hann vil hava greiði á í sambandi við Føroyar. Hann vil ikki at siga, hvørji viðurskifti hann hugsar um, men í valstríðnum hevur hann fleiri ferðir víst á, at hann vil hava donsku stjórnina at fáa fáa viðurskiftini hjá løgregluni í Føroyum í rættlag.
Í hesum sambandi hevur verið tosað um, at KT-skipanin hjá løgregluni í Føroyum er alt ov gomul og ótíðarhóskandi so hon eigur at verða endurnýggjað. Tað hevur eisini verið frammi um, at løgreglan í Føroyum er undirmannað, tí talið á politistum er lækkað, samstundis sum at fólkatalið er nógv hækkað. Tað hevur eisini verið tosað um byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum. Eftir ætlan skal tað ikki vera liðugt fyrr enn um eini sjey, átta ár, men at tað eigur at verða framskundað.
Í gjár gjørdi Sjúrður Skaale eisini greitt á FM1, at hann vil eisini hava greiði á nøkrum trygdarpolitiskum viðurskiftum. Trygdarpolitikkur liggur undir donsku stjórnini, men Sjúrður Skaale vil hava vissu fyri, at avgerðir í sambandi trygdarpolitikk, sum viðvíkja Føroyum, skulu ikki takast í Danmark, men í Føroyum - og bara í Føroyum.
Hann sær eisini fyri sær, at vandin er fyri, at alsamt fleiri mál verða gjørd til trygdarpolitikk. Tá ið avgerð varð tikin um at fáa 5G í Føroyum, varð tað gjørt til trygdarpolitikk og tí slepti Føroya Tele samstarvið við kinesiska Huawei, men fór í samstarv ið Ericsson ístaðin.
Sjúrður Skaale sær somuleiðis ein vanda í, at fiskivinnumál og handilsmál eisini verða gjørd til trygdarmál, sum so skulu undir danskt ræðið. Sostatt kunnu danskir myndugleikar eisini at taka ræðið á málsøkjum, sum eru yvirtikin, og tað skal ikki henda, og tað vil hann hava lyfti um fyri at stuðla eini reyðari stjórn, sigur Sjúrður Skaale.
Nú er tað ikki vist, at Sjúrður Skaale verður so avgerandi, tí Mette Frederiksen dyrgir eftir eini stjórn tvørtur um miðjuna. Men Sjúrður Skaale ivast í um tað verður veruleiki, tí á borgarliga veinginum er tað bara Lars Løkke Rasmussen, sum hevur tikið undir við tí. Men tað setir Mette Frederiksen í eina munandi sterkari samráðingarstøðu at hon hevur eina reyða stjórn at fella aftur á.
Men hvat er munurin á at brúka eina støðu og at misbrúka hana?
Tað merkir, at eg fari ikki at seta Mette Frederiksen revolvaran fyri pannuna við treytaleysum krøvum. Hinvegin ætli eg at, at vit skulu tosa okkum til rættis, tí eg haldi og tað er stórur munur á, sigur Sjúrður Skaale.