Eg fari niðan at búgva

Pauli Jacobsen, sum ættaður er úr Gásadali, ivast ikki í at flyta niðanaftur, tá tunnilin er komin


 

Tunnilsgerð

Áardalur: Yngra ættarliðið av burturfluttum gásadalsfólki fer at flyta aftur, sigur ein teirra, sum er fluttur úr Gásadali til Sørvágs.

Pauli Jacobsen er gásadalsmaður, hóast hann býr og arbeiðir aðrastaðni í Vágum.

?Tá tunnilin er liðugur, flyti eg niða aftur beinanveg, sigur hann púra avgjørdur.

Og hann fer ikki at verða einsamallur um tað, heldur hann. Tað eru fleiri, sum hava somu hugsan, sigur hann.

Tað ber væl til at búgva har uppi, tá tunnilin er komin, hóast ein arbeiðir aðrastaðani í Vágum. Haðani er stutt at koyra allastaðni, sigur hann.

Og vinnumøguleikar eru eisini í Gásadali, vísir hann á. Fyrst og fremst er tað sjálvandi landbúnaðurin. Men eisini eitt nú smoltaling ber v´l til at hava har uppi, heldur hann. Og tá koyrandi verður, ber eins væl til at hava bilverkstað ella aðrar slíkar tænastur har uppi, sum tað ger í øðrum bygdum í Vágum.

Nú er einki sum eitur. Nú endiliga er farið í gongd, má ikki koma upp á tal at steðga aftur ella seinka tunilsgerðini, sigur Pauli Jacobsen, gásadalsmaður. Pengarnir eru settir av til hetta arbeiðið, og tað skulu teir eisini brúkast til.