Eg fari ongan veg

Føroyski FCK álopsspælarin vónar at fáa nógv burturúr síðstu mánaðunum í hesum sáttmálaskeiðnum,og hann og FCK hava avrátt at tosa saman seinni í vár

ÚTISETI

Tað kemur ikki óvart á Toda Jónsson, tá ið hann hoyrir, at Politiken hevur skrivað, at hann er á veg til Herfølge. Onkrir danskir miðlar hava longu spurt seg fyri hjá Toda, um nú nakað er í hesum tíðindunum, og hann hevur givið teimum sama svarið, sum hann í eina tíð hevur havt á heimasíðuni, todi.fo.
- Eg eri sáttmálabundin í FCK inntil í summar, og eg fari ongan veg, áðrenn sáttmálaskeiðið er liðugt. Næstu mánaðirnir fara at vísa, hvussu tað verður við fótbóltsspælinum eftir summarfrítíðina.
Men hevur tú fingið tilboð frá Herfølge at spæla við teimum nú beinanvegin?
- Í FCK hava teir tann politikkin, at teir vanliga ikki gera viðmerkingar til tíðindi av sovornum slagi. Teir nýta formellu kanalirnar, tá ið teir keypa og selja spælarar, og tað vil siga, at tað fyrst verður boðað frá, har partabrøvini í FCK verða keypt og seld. Tí ber tað ikki til hjá mær at siga so nógv um sovorðin tíðindi, sigur Todi Jónsson.
Men hevði tað ikki verið eitt gott høvi hjá tær at fingið spælitíð og harvið at fingið staðfest, hvør dugur er í tær, um tú flutti eitt nú til Herfølge?
- Sum sagt, so eri eg sinnaður at halda meg til sáttmálan við FCK. Eg kenni meg sannførdan um, at tað framvegis er møguleiki hjá mær at vera við á hægsta støði. Forðingin hevur verið skaðarnir, sum so ofta hava plágað. Vandin fyri teimum lúrir støðugt, og hann er eins stórur í eitt nú Herfølge, sum hann er í FCK.
Todi Jónsson sigur, at hann og FCK ikki enn hava tosað saman um møguleikarnar fyri framtíðar samstarvi. Teir hava avrátt at hittast um nakrar vikur.
- Eg havi fleiri ferðir sagt, at mær dámar sera væl í FCK, og at eg hevði einki havt ímóti at hildið fram í felagnum eftir summarfrítíðina. Men tað er eisini ein veruleiki, at fótbóltsaldurin er so mikið høgur, at møguleikarnir fyri at royna okkurt heilt annað, um tað so hevði verið í Danmark ella onkra aðra staðni, ikki fara at verða so nógvir í framtíðini. Tí eri eg opin fyri møguleikunum, sum møguliga fara at vísa seg. Men í fyrstu atløgu verði eg í FCK inntil í summar, staðfestir Todi Jónsson.
Og harvið kunnu vit staðfesta, at søgan í Politiken um, at Todi er á veg til Herfølge, ikki verður veruleiki. Ikki í hesum umfarinum í hvussu so er. Ivaleyst er tað nakað í tí, tá ið blaðið sigur, at Herfølge hevur áhuga í at knýta Toda afturat felagnum, og tað kann gott vera, at teir í FCK einki høvdu havt ímóti, at føroyski álopsspælarin hjá teimum flutti til Herfølge. Men sambært Toda sjálvum, so er hann sinnaður at stríðast fyri sessinum í FCK álopinum. Og um tað verður, sum tað plagar at vera, so fer hann at leggja alla orku í.