? Eg fekk nógv burturúr

Ein av teimum mongu, sum luttóku í Sangskeiðinum hjá Heimamissiónini, var 17 ára gamla Birna Jacobsen úr Syðrugøtu. Hetta er fyrstu ferð, at hon luttekur, men sum hon sigur, so er tað avgjørt ikki síðstu ferð

- Eg fór sum so einsamøll á sangskeiðið, men eg føldi meg sera væl kortini millum hini. Øll vóru líka fitt og positiv, og eg fekk eisini nógvar nýggjar vinir.
Soleiðis greiðir Birna Jacobsen frá. Hon hevur í farnu viku verið á sangskeiðnum hjá Heimamissiónini í Nesvík, og henni dámdi avbera væl. Hon sigur seg hava fingið nógv burturúr, bæði andaliga og tónleikaliga.
- Skeiðið var sera læruríkt. Vit lærdu sangirnar skjótt, tí vit fóru skjótt ígjøgnum teir.
Jon Lotterud, norski kórleiðarin, dugdi eisini sera væl at læra frá sær.
? Samstundis, sum eg fekk nógv við tónleikaliga, so var skeiðið eisini gott andaliga.

Við upp á alt
Birna hevur bert positiv ting at bera fram um norska kórleiðaran Jon Lotterud. Henni dámdi hann ómetaliga væl.
- Jon var sera stuttligur, og hann var altíð við uppá alt. Hann fekk alla tíðina lív í, og kundu standa leingi og fortelja krønikur. Honum dámdi eisini so væl í Føroyum, og helt, at føroyingar vóru av besta fólkaslagið. Tó var hann eitt sindur bangin um tað føroyska málið. Eitt, sum Birna legði til merkis, var, hvussu væl fyriskipað, sangskeiðið var.
- Tú komst har, og síðani fylgdi tú eini skrá alla tíðina. Eingi ivamál vóru, og tú hevði alla tíðina okkurt at gera.
Birna Jacobsen dámdi sangskeiðið sum heild sera væl. Konsertin í Fríðrikskirkjuni gekk avbera væl, bæði hjá henni og øllum kórinum. Spurd, um hon ætlar sær aftur næstu ferð, ivast hon ikki.
- Tað er heilt sikkurt. Eg havi fingið avbera nógv burturúr hesa ferð, og eg kann næstan ikki bíða til næstu ferð. Øllum teimum, sum ikki hava verið á sangskeiðinum, vil eg heita inniliga á, um at fara næstu ferð. Eg havi ikki angrað tað, og tað fara tit heldur ikki.