- Eg flúgvi enn høgt

- Tey flestu hildu, at hetta bara var eitt ørt hugskot, og at eg ongantíð fór at koma á mál, sigur Elmar Ósá, sum í síðstu viku gjøgnumførdi ein tvífaldan jarnmann til frama fyri Autismufelagið, sum hann hevur savnað pening inn til

Eingin hevur nakrantíð fyrr gjørt ein tvífaldan jarnmann í Føroyum - ikki áðrenn hósdagin, tá 50 ára gamli Elmar Ósá kom á mál á Tórsbreyt aftaná at hava svomið, súkklað og runnið tilsamans 452 kilometrar.

Nú vit hava týsdag, er tað næstan ein vika síðan, hann fór undir hesa risastóru verkætlan, sum hevði til endamáls at savna pening inn til Autismufelagið.

- Í vikuskiftinum vóru beinini enn øgiliga tung, og eg hevði pínu í beinunum og undir fótunum. Men eg havi upplivilsið av einari ekstremari gleði, og eg flúgvi enn høgt og livi uppá hesa gleðina. Eg gangi bara og smílist og eri ómetaliga nøgdur av, at tað eydnaðist bæði at gjøgnumføra og at savna pening inn, sigur Elmar Ósá. 

Harðari í Føroyum enn í Danmark

At gera ein tvífaldan jarnmann í Føroyum er ikki tað sama, sum at gera tað í Danmark ella aðrastaðni.

- Tað er eyka ekstremt at gera tað í Føroyum, tí her eru so nógvar brekkur, og haraftrat er nógvur vindur. Um eg hevði gjørt tað í Danmark, so hevði eg valt mær ein góðan dag, tá eingin vindur var, og eg hevði valt eitt slætt øki uttan brekkur. Tað kann mann ikki ordiliga í Føroyum, sigur Elmar Ósá og samanber við Danmark.

- Mann plagar at siga, at um tú súkklar 100 km í Føroyum, so skalt tú súkkla 150 km í Danmark, fyri at tað skal vera tilsvarandi hart. Um hesin faktorurin eisini er galdandi fyri hendan tvífalda jarnmannin, so skuldi eg kanska havt súkklað um 500 km í Danmark í mun til teir 360 km í Føroyum.

##med2##

Eitt gamalt hugskot

Tað eru nøkur ár síðan, at Elmar Ósá byrjaði at umhugsa at gera ein tvífaldan jarnmann. Í 2012 gjørdi hann ein vanligan jarnmann, men hann var ikki ordiliga nøgdur við, at hetta skuldi vera hansara størsta avrik. Hann droymdi at gera okkurt, sum var meira serstakt og krevjandi enn ein vanligur jarnmaður.

- Eg hugsaði, um eg skuldi fara og gera ein jarnmann aftrat. Men so byrjaði eg at spæla við tankan um at gera okkurt, sum var enn meira ekstremt. Eg fór so undir at kanna, hvat tað kravdi at gera ein tvífaldan jarnmann. 

Vildi hjálpa børnum við autismu

Samstundis sum hann umhugsaði tvífalda jarnmannin, hevði hann eitt stórt ynski um at betra umstøðurnar hjá børnum við autismu og familjum teirra. Autisma fyllir nevniliga nógv í familjuni hjá Elmar Ósá, tí bróðursonur hansara hevur autismu.

Elmar visti, at Autismufelagið hevur nógv hugskot til frama fyri børn við autismu, men felagið hevur ikki so nógva orku og fígging. Hann vildi gera okkurt fyri at savna pening saman til Autismufelagið, so hugskotini hjá felagnum kundu førast út í lívið.

Hetta passaði sum fótur í hosu til hansara mál at gera okkurt vilt persónligt avrik. Tvífaldi jarnmaðurin bleiv við hesum til veruleika sum ein kombinatión av persónliga málinum og peningainnsavningini til Autismufelagið. 

##med3##

- Fólk hildu hetta vera ov ørt

Elmar Ósá varð møttur við einari ávísari skepsis, tá hann byrjaði at tosa um sína stóru ætlan.

- Tað vóru fá, sum veruliga trúðu uppá, at eg fór at gera tað. Tey flestu hildu, at hetta bara var eitt ørt hugskot, og at eg ongantíð fór at koma á mál.

Tá Elmar setti á stovn facebooksíðuna “452 kilometrar fyri Autismufelagið”, vóru tað fá, sum enn ivaðust í orðunum hjá Elmari.

- Tá komu fólk aftur til mín og søgdu eitt nú: “Heilt ærligt, altso meinar tú tað veruliga? Fert tú at gera hetta?” Tey hildu tað ljóðaði spennandi, samstundis sum tey hildu vera ørt, sigur Elmar. 

Kundi ikki vera meira klárur

So kom mikumorgunin 12. juni, tá jarnmaðurin skuldi floytast í gongd í 25 metrar langa hylinum Svimjihøllini í Gundadali. Elmar vaknaði alvakin og fokuseraður, og hann kundi ikki vera meira klárur, nú hann skuldi svimja 7,6 kilometrar.

- Eg hevði sovið sum ein dreymur, og fyri fyrstu ferð í langa tíð føldi eg ongan eymleika ella pínu nakrastaðni í kroppinum, sigur Elmar Ósá, sum er fyrrverandi elitusvimjari. Hann leyp í hylin við einari góðari kenslu. 

- Eg føldi á mær, at hetta nokk fór at ganga. Eg hevði góða ferð og brúkti lítið av orku, og tá svimjingin var liðug, var eg nærmast úthvíldur framvegis.

Undanvindurin fekk hann at broyta kós

Nú var tann fyrsti parturin yvirstaðin, og nú manglaði hann at súkkla og renna 444 kilometrar. Komin úr hylinum og undan brúsuni í Gundadali leyp hann á súkkluna, og fór undir teir næstu 360 kilometrarnar, sum hann ætlaði at súkkla á Streymoynni og Eysturoynni.

- Tað gekk væl í byrjanini, men tá eg kom til Streymin, var sera nógvur mótvindur. Tá bleiv eg nokkso nervøsur fyri, hvussu eg skuldi klára hesar 360 kilometrararnar uttan at brúka so nógva orku, fortelur Elmar Ósá, sum fekk selskap av nøkrum Rynkeby-súkklarum.

Tað gjørdi so tað, at hann mátti broyta upprunaligu ætlanina.

- Tá eg kom til Oyrarbakka, hevði eg súkklað 140 kilometrar og manglaði 220 kilometrar. Tað var so mikið nógvur vindur, at eg sá, at tað fór slett ikki at ganga. Tí tók eg avgerðina at venda við og fara inn aftur á Kaldbak. Har var nakað av vindi, men har var slætt, og tí fekk eg undanvind annan vegin.

Hann súkklaði aftur og fram har, og fór so ein túr til Havnar.

- Tá fekk eg aftur hasa góðu kensluna og hugsaði, at hetta nokk skuldi ganga, tí eg føldi ikki, eg brúkti ov nógva orku. Tað var allatíð týdningarmikið, tí eg hevði jú tvey maraton eftir at renna, og til tað mátti eg hava so frísk bein sum møguligt, greiðir Elmar frá.

##med4##

Tað fyrsta strekkið var mentalt hart

Tíðliga fríggjamorgunin var teinurin liðugt súkklaður, og tá søgdu Rynkeby-súkklararnir farvæl og ynsku Elmari góðan túr víðari - nú var Elmar einsamallur, og renningin stóð fyri framman.

- Tað mentalt harðasta tíðarskeiðið var heilt avgjørt, tá eg skuldi byrja at renna einsamallur. Teir fyrstu kilometrarnir vóru sera harðir, tí eg visti, at tað eg hevði langt eftir á mál, og tá hevði eg verið í gongd í næstan 24 tímar.

Tað fyrsta maratonið gekk væl at renna í Kaldbak. Eftir hetta setti hann kósina móti Havnini.

- Eg skuldi eftir Kaldbaksvegnum, sum er umleið 11 kilometrar, og har var mótvindur. Eg visti, tað fór at blíva øgiliga tungt, og tað var eisini ekstremt hart, sigur Elmar. 

Fyrsta kreppan

Elmar Ósá stóð mannsroyndina á Kaldbaksvegnum og kom til Havnar saman við systirsoni sínum, sum rann síðsta langa teinin við honum. Tá hevði Elmar runnið 51 kilometrar, men hann manglaði enn 33. Hann var útlúgvaður og eymur undir fótunum.

- Tá hevði eg ta fyrstu ordiligu kreppuna. Beinini vóru púra útseld, har var einki eftir. Mentalt hevði eg tað eisini trupult, tí eg visti ikki, hvar eg skuldi renna hesar síðstu kilometrarnar. Eg umhugsaði Tórsbreyt og Ringvegin, men har var ov nógvur ringur.

- Eg tímdi ikki at renna mitt í Havnini, har øll kundu síggja meg, tí almenni áhugin bleiv størri og størri, tá miðlarnir varpaðu so nógv ljós á meg og tvífalda jarnmannin.

Hann gjørdi av at renna næstu 19 kilometrarnar á Tórsvølli, sum hevur gott undirlag at renna á. Nú var ikki nógv eftir. Hann vendi nøsina móti Tórsbreyt, har hann rann tað síðsta strekkið.

- Teir síðstu kilometrarnir skuldu bara gjøgnumførast. Tað var hart, tí hvørja ferð eg setti beinini í, so føldi eg krampa upp gjøgnum beinini. Men eg mátti bara kobla høvdið frá, sigur Elmar Ósá. 

Nógv fólk á Tórsbreyt

Komin á Tórsbreyt sá hann stóru mannamúgvuna, sum var savnað saman at heppa uppá hann, inntil hann kom á mál. Øll familjan var møtt upp, og har stóðu starvsfelagar, vinir og fleiri onnur. Autismufløggini veittraðu á grasvøllinum, og børn við autismu, sum hann kennir, vóru eisini komin framvið. Til tær síðstu rundurnar vóru fleiri, ið komu at fylgjast við honum. 

- Eg bleiv eitt sindur høgur av at síggja hetta, og tá gloymdi eg ta ekstremu pínuna í beininum. Og áðrenn eg visti av, so var eg liðugur.

##med5##

- Eg var nakað so rørdur

Tá var ikki eitt eyga turt, og tað var tað heldur ikki hjá Elmari, sum ikki kláraði at halda tárunum aftur.

- Kenslan var øgilig, og eg var nakað so rørdur. Eg var so ovur-, ovur-, ovurfegin fyri at tað eydnaðist. Samstundis var eg ómetaliga móður og hevði pínu í øllum kroppinum, sigur hann og greiðir víðari frá:

- Fyri tað fyrsta var eg ótrúliga glaður fyri persónligt at hava rokkið málinum at gjøgnumføra ein tvífaldan jarnmann í Føroyum. Men tað størsta var, at eg sá, hvussu væl tað hevði gingið at fingið fólk við uppá at stuðla Autismufelagnum. Tað var ein enn størri gleði enn tað persónliga, so tað var eitt sindur tvídeilt, sigur ein glaður Elmar Ósá. 

Túrurin tók tilsamans 35 tímar. Á túrinum drakk hann vætu allatíð og át í høvuðsheitum banan og rugbreyð, men fekk eisini eitt nú pastasalat, tvíflís og twix.

- Týdning at varpa ljós á autismu

Tvífaldi jarnmaðurin hevur fingið sera nógv uppmerksemi til Autismufelagið, og Elmar Ósá fegnast um góðu undirtøkuna. Hann heldur tað hava stóran týdning at varpa ljós á autismu.

- Tað kann vera ringt hjá vanligum fólki at skilja, hvat autisma er, og hvat tað snýr seg um. Tað eru autistisk børn og vaksin, sum arbeiða og hava tað gott, men tað eru eisini tey, sum ikki hava tað gott og ikki eru líka væl fyri. Tí haldi eg, tað hevur stóran týdning at varpa ljós, at tað eru fólk, sum hava autismu, sigur Elmar Ósá.

- Tað almenna ger nógv fyri børn við autismu, men eg føli bara tað, at har frá eigur at verða gjørt enn meira. Tað kunnu hesir pengarnir millum annað brúkast til, sigur hann.