Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, sum á næsta tingfundi, sum eftir skránni verður 29. januar, aftur møtir á tingi eftir sjúkrafarloyvi í meira enn eitt ár.
Seinasta árið ella gott og væl tað hevur Jaspur Langgaard á Toftum røkt tingsessin hjá Kaj Leo Holm Johannesen.
– Tað var um hálvan desember í 2024, at eg fór úr tinginum. Eg var sera illa gongdur á krykkum. Tey og eg royndu alt fyri at fáa meg á føtur aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann greiðir frá, at immunglobulin, prednisolon, plasmafaresa, muskulstyrkin er komin aftur.
– Men boyggjararnir í fótliði og knæliði fáa ikki røttu refleksurnar, sigur hann.
– Tá CIDP var aktivt, fór muskulstyrkin í beinunum heilt niður, CIDP er nú brent út sambært Neurologi, sigur hann.
Hann greiðir víðari frá, at CIDP er ikki at spæla við.
– Størsta avbjóðingin hjá teimum, sum eru rakt, er tað sálarliga trýstið.
– Her kann eg bara takka Várharra fyri, at hann gjøgnum lívið hevur givið mær eitt DNA sum er tjúkt og robust, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
– Eg eri komin ígjøgnum ódnarveðrið, og tað hjálpir eisini at verða opin og erligur um støðuna, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tað var í 2002, at Kaj Leo Holm Johannesen fyrstu ferð varð valdur á ting. Í 2004 var aftur løgtingsval, og tá varð hann afturvaldur. Beint eftir tað valið legði Lisbeth L. Petersen frá sær sum forkvinna í flokkinum, og Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur í hennara stað.
Eftir valið 19. januar í 2008 endaði Sambandsflokkurin í andstøðu. Men CHE samgongan slitnaði longu í september, og tá var ABC samgongan frá 2004 endurstovnað, og tá gjørdist Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður. Hann helt fram sum løgmaður eftir løgtingsvalið í 2011 – tá saman við Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrinum.
Kaj Leo Holm Johannesen sat sjey ár sum løgmaður til eftir løgtingsvalið í 2015.
Eftir valið í 2019 gjørdist Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Eftir løgtingsvalið í 2022 endaði Sambandsflokkurin í andstøðu, og Kaj Leo Holm Johannesen er eitt av teimum sjey tingfólkum floksins. Síðani á heysti í 2024 hevur hann verið burtur frá tingarbeiðinum vegna sjúku, men nú verður hann aftur at síggja í Løgtinginum – í koyristóli.
Tað slepst inn í Tinghúsið í koyristóli, men tað bar ikki til at sleppa upp á røðarapallin. Men hetta er nú broytt, so pallurin kann lyftast upp og niður eftir tørvi.












