Rør-og blikksmiður trívist væl umborð á Norrønu

- Í fjør vár hevði eg hug at royna okkurt nýtt. Eg fekk starv umborð á Norrønu sum assistentur innan mína yrkisgrein undir leiðslu av 1. meistaranum, sigur Tór Karlonsson Winther

 

Tór Karlonsson Winther og Malla Kristina Martinsdóttir búgva í Skopun, og tey eiga tvey børn

- Eg havi ongantíð verið sjómaður, og sum blaðungur fór eg ikki til skips, sum fleiri aðrir. Foreldrini hildu, at eg gjørdi best við fyrst at fáa mær eina útbúgving, og eg fór í læru sum rør-og blikksmiður. 

 

Soleiðis sigur Tór Karlonsson Winther, sum saman við Mallu Kristinu Martinsdóttir, sum er ættaður úr Vágum, búgva í Skopun. Tey eiga tvey børn. Tór er útbúgvin rør-og blikksmiðjur, og hann hevur fingist við nógv ymiskt innan sína yrkisgrein, síðan hann gjørdist sveinur.

 

Í sínari tíð boraði hann jarðhitahol, og hann hevur arbeitt fyri Pam Offshore í Noregi í nøkur ár, har teir eitt nú umvældu og dagførdu boripallar, sum vóru sleipaðir til lands.

 

Í nakrar mánaðir var hann í Thule í Grønlandi fyri føroyskt felag, sum bygdi íbúðir á herstøðini har yviri. Hetta var á vetrardegi, og teir vóru í Thule einar tríggar mánaðir út í eitt. Á Thule-støðini vóru serliga amerikanarar og danir, einir 1200 mans tilsamans, heldur hann.

 

Afturvendandi hjá Tór eftir útbúgvingina sum rør-og blikksmiður er, at hann í nøkrum umførum hevur starvast fyri Demich, kanska í eini tíggju ár tilsamans. 

 

##med2##

 

Í fjør vár hevði hann hug at royna okkurt nýtt, og nú bar leiðin til sjós, har hann fekk starv umborð á Norrønu sum assistentur innan sína yrkisgrein undir leiðslu av 1. meistaranum umborð, og hetta dámar honum væl.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við Tór Karlonsson Winther.

 

Tór Karlonsson Winther og Malla Kristina Martinsdóttir búgva í Skopun, og tey eiga tvey børn