- Eg haldi ikki hetta er hevnd

Russiski konsulin í Føroyum, Árni Dam, ásannar, at ein ávísur kinkur er komin í góða samstarvið, sum í so mong ár hevur verið millum Føroyar og Rusland. Hann heldur, at ein gongd leið at finna aftur á beint er, at Føroya løgmaður bjóðar russiska sendimanninum í Keypmannahavn til Føroyar at tosa um viðurskiftini

Samstarv

Føroyski verksmiðjutrolarin Skálaberg liggur framvegis á reduni út fyri Murmansk, og í dag eru 14 dagar, síðan russiska vaktartænastan tók skipið til lands.
Høvuðsorsøkin til tøkuna sigst vera, at trolarin hevur fiskað av kvotu, sum Sundaberg eigur, og eisini hava russar eftir hvat skilst heft seg við onnur viðurskifti, sum teir ikki eru nøgdir við.

Skiparin í land
14 dagar er long tíð at liggja, og serliga dátt kemur hetta við hjá JFK-Troli, sum eigur skipið, nú avtala er gjørd um sølu við einum ávísum skeringsdegi, sum er við at renna út.
Fyrr í vikuni frættist, at russisku myndugleikarnir skuldu koma við einum sektaruppskoti í gjár, men dagurin gekk, og einki sektaruppskot kom.
Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, visti í morgun at siga, at skiparin á Skálabergi stundisliga í morgun var farin í land við sakførara og meklara sínum at hitta russiskar myndugleikar í eini roynd at loysa málið.
- Bæði JFK-Trol og vit á Faroe Agency hava heitt á russar um at koma við einum sektaruppskoti, so málið kann loysast, og skipið kann leysgevast aftur.
Russiski konsulin sigur seg tó ikki vænta, at nakað fer at spyrjast burtur úr fyrr enn í fyrsta lagi móti kvøldi.
- Eg vóni virkuliga, at málið verður loyst í dag, tí hetta er ein ógvuliga keðilig støða, bæði fyri manningina, sum nú hevur verið umborð á skipinum í 14 dagar – og eisini fyri tey annars so góðu viðurskiftini, sum í so mong ár hava verið í samstarvinum millum Føroyar og Rusland.
Árni Dam sigur seg einki tora at siga og vænta um, hvat – og um nakað – man fara at spyrjast burtur úr í dag.

Eingin neyð
Russiski konsulin í Føroyum sigur, at tá skip soleiðis verður afturhildið, og manningin gongur umborð í so langa tíð, er skjótt, at søgur fara at ganga.
- Soleiðis er eisini í hesum førinum. Eg eri uppringdur av fólki, sum ikki øll hava verið líka pen í munninum.
Árni sigur, at hann hevur havt regluligt samband við skiparan á Skálabergi, og umborð á skipinum er eingin neyð, tó at støðan er ógvuliga keðilig.
- Tað ljóðaði herfyri, at drekkivatnið hjá teimum var farið at ganga undan og onkur, sum ringdi til mín her úr Føroyum, segði, at menninir noyddust at gera sær vatn burtur úr kava á dekkinum. Eg ringdi beinanvegin og bað um 30 tons av vatni til skipið. Teir søgdu seg vilja geva skipinum vatn longu sama kvøld, men komu ikki fyrr enn dagin eftir. Eg vænti, at tangabáturin hevur verið so nógv upptikin hendan dagin.
Hann sigur, at eftir umborð á Skálabergi vóru umleið 5 tons av vatni, tá russar komu við nýggjum vatni til skipið.
- Vit kunnu ikki umgangast, at tað altíð eru onkrar keðiligar tungur inn ímillum, men tað mugu vit bar liva við. Soleiðis er tað nú einaferð, leggur Árni Dam aftrat.

Hava roynt
Russiski konsulin í Føroyum sigur, at Faroe Agency hevur tveir russar í starvi, harav annar tosar reint føroyskt.
- Vit hava roynt, hvat vit hava kunnað, og vit hava havt samband við russisku sendistovuna í Keypmannahavn fyri at vita, um teir kunnu hjalpa okkum. Tey í Keypmannahavn hava so sett seg í samband við myndugleikarnar í Moskva.
Hann sigur, at nú skiparin á Skálabergi er farin í land í í morgun saman við sakførara og meklara at hitta myndugleikarnar har, vónar hann so inniliga, at málið umsíðir verður loyst.
Árni Dam sigur, at tað hava eingir trupulleikar verið at at sett seg í samband við skipið hesar dagarnar, tað hevur ligið á reduni út fyri Murmansk.
- Men eg tori einki at siga um dagin í dag, og eg dugi slett ikki at siga, hvørjar vónirnar eru. Skipanin í Ruslandi er nokso tung og tað einasta, vit kunnu gera, er aftur og aftur at seta okkum í samband við russar.
Hann vísir á, at tað er næstan ógjørligt at koma í beinleiðis samband við teir myndugleikar, sum hava tikið avgerðina um at biðja vaktartænastuna taka Skálaberg.
- Vit hava sera gott samstarv við eitt stórt russiskt trolarafelagið í Murmansk, Murmansk Trawlerfleet, og tað var ígjøgnum teir, at vit funnu JFK-Troli ein góðan meklara. Hetta felag hevur í løtuni tveir bátar, sum liggja á Skála, og hin triði kemur nú 8. desember. Í byrjanini var trupult hjá meklaranum at sleppa fram til myndugleikarnar í Murmansk. Nú gongur frægari, men hann fær ikki nógv at vita haðani.
Árni sigur, at Murmansk Trawlerfleet vísti Faroe Agency á feløg í Kirkjenes og Tromsø í Noregi, sum so aftur kundu vísa teimum á nevnda meklaran.
- Vit settu okkum síðan í samband við JFK-Trol, sum helt, at hetta var eitt gott val, sigur hann.

Sømilig loysn
Árni Dam heldur tað sjálvsagt vera ógvuliga keðiligt, at skip og manning nú eru afturhildin á reduni í Murmansk í 14 dagar uttan at vita, hvussu verður.
- Men eg haldi, at vit kortni mugu royna at loysa hetta mál á sømiligan hátt og í allari virðiligheit, sum han tekur til.
Russiski konsulin vísir á, at góða samstarvið, sum í so mong ár hevur verið millum Føroyar og Rusland ikki minst á fiskiveiðiøkinum hevur stóran týdning fyri okkum, eins og tað eisini hevur týdning fyri russar.
Hann harmast eisini um, at einki spurdist burtur úr fiskiveiðisamráðingunum millum londini, sum í gjár endaðu úrslitleysar.
- Tað er nú einki óvanligt í, at meira enn tað eina umfarið er í samráðingum av slíkum slagi, men eg haldi, at Føroyar sum samfelag skulu gera alt, sum gerast kann, fyri at byggja uppaftur góða álitið og samstarvið, sum verið hevur millum londini.
Árni Dam vísir á, at tað ikki má koma upp á tal at kuppa á stokkinum við russar, tó at málið um Skálaberg er keðiligt.
- Samstarvið við russar hevur givið nógv báðar vegir, bæði í fiskirættindum, sum sjálvandi eru goldin við fiski undan Føroyum, men eisini í handilssamstarvi um sølu av fiski og teimum mongu umvælingum, sum russar hava gjørt í Føroyum umframt við øðrum veitingum, sum russisk skip hava fingið.
Hann væntar tí, at ein møgulig uppsøgn av samstarvinum millum londini hevði komið Føroyum aftur um brekkur, sum hann tekur til.

Hvør er loysnin?
Tað er altíð trupult at siga, hvørji ráð eru til at taka, tá støður gerast fastlastar, og viðurskifti sum níva leggja seg millum lond.
Árni Dam ásannar, at ein ávísur kinkur er komin í góða samstarvið millum londini. Hann heldur, at ein gongd leið burtur úr hesi støðu hevði verið at bjóðað umboðum fyri russisku sendistovuna í Keypmannahavn til Føroya at tosa um viðurskiftini.
- Eg haldi, at løgmaður skuldi bjóðað russiska sendimanninum í Keypmannahavn til Føroya, har sínámillum viðurskifti landanna millum kundu verið tikin upp til umrøðu í eini friðarligari ”atmosferu”, sum hann tekur til.
Vit spurdu eisini russiska konsulin í Føroyum, um talan á nakran hátt kann vera um, at russar nú vilja siga ”takk fyri seinast”, tá føroyskir fiskiveiðimyndugleikar áður hava tikið tveir russiskar svartkjaftatrolarar undir Føroyum, harav annar framvegis liggur afturhildin á Kollafirði.
- Nei, eg haldi ikki, at talan er um nakað agg ella hevnd, er hann skjótur at svara.
Árni Dam vísir á, at føroyskir fiskiveiðimyndugleikar hava havt gott samstarv við russiskar fiskimenn.
- Russar hava fingið tað skoðsmál frá føroysku vaktartænastuni, at teir eru góðir at vitja. Tað plagar at taka sína tíð við pappírum og slíkum, tá farið verður umborð á skipini, men tá samanum kemur eru viðurskiftini í lagi.

Teir vistu
Russiski konsulin í Føroyum sigur, at tá føroyska vaktartænastan í fyrraári tók tveir russiskar trolarar, sum fiskaðu á stongdar leið, var hetta púrasta í tráð við okkara fiskiveiðireglur.
- Longu í 2001 vistu russar, at leiðin var stongd, og tí dugi eg ikki at síggja, at hetta mál kann hava nakað sum helst við Skálaberg-málið at gera.
Árni vísir á, at umrøddu russisku trolararnir báðir vórðu tiknir um somu tíð, harav annar loysti aftur, meðan hin, sum kallast Ros, framvegis liggur á Kollafirði, tí reiðaríið hevur ikki verið ført fyri at rindað tað, sum skipinum er álagt.
- Her er tað politivaldið, sum hevur lagt hald á skipið.
Hann sigur, at honum kunnugt vóru skipini í sama felag, sum hevði tveir høvuðspartaeigarar, harav annar doyði.
- Tað eydnaðist at loysa annað skipið aftur, men ikki hitt.
Árni Dam vísir á, at russisku fiskimenninir, sum vóru við Ros, á ymiskan hátt hava fingið nógv hjálp úr Føroyum.
- Fiskimenninir vildu ikki av skipinum, fyrr enn teir høvdu fingið sínar ágóðar frá russiska reiðaranum, og framvegis í dag eru tveir mans eftir.
Russiski konsulin í Føroyum sigur, at eitt nú reiðariið hjá Skálabergi var saman við øðrum við til at fíggja ferðina hjá 19 russarum heim at halda jólafrí.
- Vit bjóðaðu okkum eisini at rinda teirra ferðaseðlar til heimlandið, men tað tók sína drúgvu tíð, áðrenn menn vildu av skipinum – og, sum nevnt, eru framvegis tveir eftir enn, leggur Árni Dam aftrat.