Danski áleyparin hjá HB, Daniel Elly Pedersen, er ónøgdur við, at hann framvegis ikki hevur skorað í landskappingini. Hann skifti til HB úr Frem og samanbar seg sjálvan við Antoine Griezmann í fyrstu samrøðu síni við føroyskar miðlar, tá hann tosaði við Rás 2 eftir tíðindafundin, tá hann bleiv kunngjørdur sum HB-spælari.
Hóast hann skoraði sjey mál í 18-0 sigrinum móti MB, hevur hann framvegis ikki skorað í landskappingini. Fyrstu tríggjar dystirnar hevur HB spælt javnleik 0-0 tvær ferðir, á útivølli móti Skála og móti ÍF.
- Eg hati, tá eg ikki skori. Tá havi eg tað ikki gott. Vanliga eri eg bara nøgdur, tá vit vinna og eg skori, sigur Daniel Elly Pedersen við bold.dk.
- Eg hevði ikki nógvar málmøguleikar í teimum báðum fyrru dystunum (móti 07 Vestur og Skála, blaðm.). Eg eri fyrrverandi vongspælari, so eg havi míni egnu flytingarmynstur, og vit skulu líka læra at samskipa okkum í liðnum. Eg havi fyrst og fremst tikið lut í tí uppbyggjandi spælinum, men tað er jú ikki tað eg livi av og dugi best, sigur hann.
Annars sigur Daniel Elly Pedersen, at fótbólturin í Føroyum er meiri kropsligur enn tekniskur.
- Støðið er nøkunlunda sum ovast í 2. deild ella niðast í 1. deild. Men her eru fleiri spælarar, sum duga okkurt væl. Minst til, at her búgva ikki fleiri fólk enn í Rødovre, men her eru spælarar, sum eru hundrað ferðir betri enn teir í Rødovre, sigur hann smílandi.
- Samanborið við danskan fótbólt er spælið sera hart og spælararnir geva alt, meðan í Danmark er fótbólturin meiri tekniskur. Serliga eru ovastu liðini sera væl skipaði og spæla sera hart. Tey revsa eisini feilirnir hjá øðrum liðum umgangandi, sigur hann.