Eg havi altíð havt nokk

Hon hevur upplivað tveir heimsbardagar, mist tveir synir, ein beiggja, drong og verfaðir á ungum árum. Men hóast tað sigur 98 ára gamal Alma Frederiksen í Miðvági seg ongantíð at hava manglað nakað

Tað hevur ofta verið strævið, men ongantíð havi eg manglað nakað, sigur Alma Frederiksen í Miðvági, sum hevur átt níggju børn, mist tvey teirra, mist ein beiggja, drong og verfaðir á ungum árum. Hon hevur upplivað tveir heimsbardagar og fingið heimsins størstu yvirgangsatsókn í 95 ára føðingardagsgávu. Í dag fyllir elsta fólk í Vágum 98 ár.
11. september hevur altíð verið ein merkisdagur hjá Almu Frederiksen. Tá hevur hon føðingardag. Men 95 ára føðingardagur hennara gjørdist nakað serligt. Ikki tí hon sjálv syrgdi fyri tí, men tí allur heimurin varð skakaður og upptikin av yvirgangsatsóknini í New York. Og tað merkti eisini hendan hátíðardagin í Miðvági, minnist Alma.

Mist nógvar
Alma er fødd í Sandavági, har hon vaks upp. Mamman var úr Vestmanna, og Í Vestmanna var Alma eisini ein part av ungdóminum. Arbeiddi fisk, sum so mong onnur ung genta.
Hon var trúlovað ungum vestmenningi, sum var sjómaður. Hann hevði sjálvur triðji latið smíðað bát, sum hann fór at rógva út við, tá hann var afturkomin av skipi á heysti 1929.
Ein góðan dag, tá bátarnir vóru farnir til útróðrar norðureftir, kom illveður á teir. Teir komu aftur ein og ein, men ikki hesin, drongur Almu, faðir hansara og ein annar ungur maður vóru við.
?Tá var ikki sum nú, at tað varð farið at leitað soleiðis beinanveg, minnist Alma. Morgunin eftir vórðu boð send eftir mær at koma heim til eina fastur mína, sum búði í Vestmanna. Har fekk eg at vita, hvussu vorðið var, og at teir komu ikki aftur.
Alma flutti so aftur til Sandavágs. Hon var við barn og átti eina dóttur árið eftir. Dóttirin varð kallað upp eftir øllum trimum bátsmonnunum, sum burturgingnir vóru.
Alma giftist seinni við Sigmundi Frederiksen í Miðvági, og saman fingu tey átta børn.
Eisini her hevur Alma mist burturav. Ein drongur doyði bara níggju dagar gamal, og ein annar doyði 21 ára gamal av vanlukku yvir í Noreg.
Eisini undan øllum hesum hevur Alma kent til at missa, tí sum smágenta misti hon ein beiggja av vanlukku í Sandavági.
Men hon letur ikki illa at kortini.
?Ofta hevur tað verið strævið, sigur hon. Men eingin doyr av at arbeiða, og eg má siga, at vit hava ongantíð sitið svong ella manglað nakað.

Broytingar
Rímiligt eru stórar broytingar hendar í Almusa tíð. Alt er vorðið lættari, og nógv er vorðið betri. Men kortini undrast hon á, at fólk ongantíð hava tíð til nakað í dag. Og altíð eru tey so móð og so stressað. Hóast tey hava maskinur til at gera alt fyri seg.
?Nei, tað var øðrvísi fyrr, tá alt varð gjørt við handakraft, sigur Alma og minnist aftur á eina skyldkonu í Sandavági, sum hon fegin vil sleppa at siga frá.
Hon fór í torv á Oknadali, greiðir Alma frá. Tað er eystantil á oynni. Tá hon fór heiman, kastaði hon upp á eina skipstroyggjuermur, sum hon bant, meðan hon gekk yvir á Oknadal. Har fór hon at bera burtur tað, sum menninir høvdu skorið dagin fyri. Tá tað var liðugt, fór hon aftur til gongu til hús og bant hina ermuna á vegnum. Og tá torvið varð ført heim, var tað upp í eitt tíggjumannafar av turum torvi, sum hon hevði borið burtur hendan dagin.
Og soleiðis hevur verið hjá Almu sjálvari. Við fleiri børnum hevur altíð verið nógv at tikið í.
Tað eru ikki so fáar skipstroyggjur, hon hevur bundið, sigur hon. Og alt hevur hon seymað sjálv. At kalla hvørt plagg til bæði vaksin og børn.
Og upptakið hevur ikki altíð verið so lítið, tá lívið var upp á tað mesta heima, minnist hon. Eitt nú, tá flett varð um heystið. Á køksgólvinum. Børnini sótu á borðum og stólum og hugdu at. Og tá so liðugt var, skuldi takast uppaftur. Tað vóru ikki bara vemburnar, sum skuldu vaskast. Men allur køkurin, sum hann var. Gólvið var, sum vera man, fult at blóði. Trægólv var, og tað skuldi skúrast reint aftur.
?Nei, tað var ikki altíð líka lætt, heldur Alma Fredriksen, nú hon minnist aftur á tíðina, sum farin er.

Væl við bretarnar
?Tað komu nógvir bretar inn til okkara undir krígnum, minnist Alma. Sigmund fekk arbeiði hjá teimum beinanveg, og hann kendi nógvar teirra heilt væl. Og eitt, sum teimum dámdi øgiliga væl, var at koma inn til okkara at fáa pannukøkur.
?Men so fingu vit eisini ymiskt frá teimum. Bæði vanligar húsarhaldsvørur, ið annars vóru skamtaðar, og ikki minst góðgæti, sum børnini nutu væl av.
Men einaferð mátti Sigmund seta ein upp á pláss. Tað var ein dag, hann hevði tikið ein av dreingjunum við sær í bili til Sørvágs. Drongurin hevur ivaleyst havt tað stuttligt, men pápanum dámdi ikki, at hann var farin, uttan at nakar visti av. So tá teir komu aftur, fór Sigmund til eingilskmannin og seðgi við hann, at hatta mátti hann ongantíð gera aftur. Hann var bangin fyri, at ein slíkur bilur kundi vera álopsmál hjá einum møguligum flúgvara.
Úrslitið var, greiðir Alma frá, at drongurin slapp ongan biltúr aftur, men bretin og vit vóru akkurát líka væl, og hann kom minst líka nógv til okkara eftir hetta.
Men onkuntíð var rættiligt rok kortini. Sum einaferð, tá nakrir bretar, sum búðu á Ryggi, komu nyvir til Kirkjar at berjast. Ein kirkjamaður breyt tenninar í munninum, og ein annar var so óður, at hann skuldi eftir hvalvákninum.
Men bretski heryvirmaðurin á Ryggi var eisini óður. Hann segði, at vildu teir sleppa at berjast, skuldu teir eisini sleppa at berjast. Teir vóru sendir til Onglands, og tað frættist, at teir fóru líka í frontin.
Alma steðgar eitt sindur á og tekur so aftur í aftur, at kanska mistu teir lívið fyri ein bardaga í Miðvágstúni?
Alma veit nógv at siga frá sínum langa lívi. Orsakað av plásstroti í blaðnum í dag, verður restin av frásøgn hennara prentað í komandi leygardagsblaði.